Bíbliulesiætlan fyri øll

Tíðindaskriv

Nú hevur í fleiri vikur verið spurt um, nær bíbliulesiætlanin hjá Bíbliufelagnum kemur. Ymiskt hevur verið, ið seinkað hevur útgávuni av nýggju bíbliulesiætlanini, men nú er komið undir land. Stiftsnevndin hjá Bíbliufelagnum harmast og biður um umbering fyri seinkanina, samstundis sum hon heitir á lesaran at taka væl ímóti nýggju lesiætlanini.
Hugskotið til nýggju bíbliulesiætlanina er gamalt. Tað eigur skotski presturin, Robert Murray McCheyne, sum andaðist í 1843, bara 29 ára gamal. Henda lesiætlanin er kend og verður nýtt um allan heimin.
Bíbliulesiætlanin brýtur við eina gamla siðvenju hjá Bíbliufelagnum. Í fleiri ár hevur Bíbliufelagið givið út lesiætlan, sum hvør bara hevur fevnt um ein part av Bíbliuni. Nýggja lesiætlanin fevnir um alla Bíbliuna, og ger lesarin sjálvur av, hvussu nógv hann lesur. Henda ætlan kann tí, í mun til tær undanfarnu, nýtast ár um ár.

Ymiskir lesihættir
Fremst í lesiætlanini stendur m.a:
- Lesur tú dagliga kapittulin í einum raði, kemur tú ígjøgnum fyrru helvt av Gamla Testamenti tað fyrsta árið, Nýggja Testamenti og Sálmarnar tað næsta árið, seinnu helvt av Gamla Testamenti triðja árið, og so aftur Nýggja Testa-menti og Sálmarnar fjórða árið.
- Lesur tú dagliga tveir teir fyrstu kapitlarnar í teimum báðum fyrstu røðunum, kemur tú ígjøgnum fyrru helvtina av Gamla Testamenti, alt Nýggja Testamentið og Sálmarnar í eitt ár. Lesur tú so næsta árið tveir teir næstu kapitlarnar, lesur tú umframt Nýggja Testamenti og Sálmarnar seinnu helvt av Gamla Testamenti.
- Lesur tú dagliga allar fýra kapitlarnar í teimum fýra røðunum, kemur tú ígjøgnum alla Bíbliuna eina ferð og Nýggja Testamenti og Sálmarnar tvær ferðir í bara eitt ár.

Serstøk bíbliulesiætlan
Bíbliulesiætlanin stuðlar sostatt lesaranum at varðveita yvirlitið yvir Bíbliuna. Men hon er eisini serstøk á tann hátt, at hon nýtur tær fýra "byrjanirnar", sum eru í Bíbliuni: Fyrsta Mósebók um skapanina; Matteusar evangeliið um Jesu føðing; Ezra, tá ið Ísraels fólk fekk nýggja byrjan og Ápostlasøgan, tá ið fólkasløgini fingu nýggja byrjan.
Í lesiætlanini eru umframt bíbliulesiætlan m.a. eisini áhugaverdar myndir við teksti, tíðarfestingar í Bíbliuni og kunning um tær báðar føroysku bíblutýðingarnar.

Byrja nú
Ráðini frá stiftsnevndini eru, at lesarin blaðar upp til mánaðin og dagin í tí ári, tú ert í og byrjar at lesa ein ella fleiri kapitlar dagliga. Tú kemur jú aftur til teir tekstir, sum standa frammanundan, og sum tú ikki hevur fingið lisið.
Bíbliulesiætlanin verður við vón um góða móttøku send øllum húskjum í Føroyum komandi dagarnar. Í umbúna er, at lesiætlanin skal liggja frammi í kirkjum og samkomuhúsum í Føroyum. Eisini ber til at venda sær til Bispaskrivstovuna, um tørvur er á fleiri lesiætlanum, sigur Stiftsnevndin fyri Bíbliufelagið í tíðindaskrivi.