Bíblian sum barnalestur

Herfyri var bíblian álopin fyri tað, sum hon sigur frá um teir ræðuligu dómar, sum bíða hesi jørð. Nú eru aftur álop, hesaferð um tær sexsøgur, sum bíblian umtalar, at tær eru óhóskandi fyri børn at lesa.

Bíblian er ein sonn bók, innblást av Gudi, sostatt er hon orð Guds til okkara. Hetta ber ikki til at reingja. Tú kanst ikki taka tað góða, hugnaliga burtur úr bíbliuni og trúgva tí, meðan tú forkastar tað, sum tú ikki hevur hug at góðtaka. Antin er bíblian tað, sum hon sigur seg at vera, orð Guds til okkara, ella er hon ein stór lygn øll, sum hon er. Men Gud havi lov, hon er sonn, dikterað av honum, sum sigur: ”Eg eri sannleikin”.

Hetta at har standa óhugnaligar søgur, um hvussu menniskju hava tíggjað sær gjøgnum farnar tíðir, er so, tí bíblian fjalir einki, men sigur sannleikan. Fyri tað er ikki neyðugt at lesa hetta fyri smábørnum, vit standa vanliga ikki fram heldur og lesa hesar søgur út í æsir í stórum mannfjøldum. Tað eru tíðir, har man skal tala, men eisini tíðir har tú skalt tiga.

Eg vaks upp í einum heimi, har bíblian var sett í hásætið. Fyri tað blivu slík skriftstøð, sum umtala sex, ikki lisin upp. Slík evni eru so intim, at tey heldur ikki vóru lisin upp á møtum vanliga.

Er tað ikki bert av illvilja móti bíbliuni, at fólk leypa á hana um slíkt? Nú í hesum tíðum har menniskja sjálvt er farið út um øll mørk við hesum intima evni, sum hoyrir hjúnalagnum til. Menniskja sjálvt er tað, sum sendir alt rátt ósømiligt út í luftina, og ógjørligt er at forða fyri at børn sita og hyggja eftir slíkum, sum skaðar tey sálarliga.

Nei bíblian harafturímóti sigur bert frá veruleikanum, at menniskja er ein fallin skapningur og verður dømt, um tað ikki vendir við.

Tá ið eg, sum barn sat í stovuni heima, saman við foreldrum og systkjum til stuttar andaktir, og vit lósu gjøgnum opinbering Jóhannesar t.d., sum er ræðuligur lesnaður um dóm, tók eg ongan skaða av tí, tí vit vórðu samstundis lærd um tann góða Gud, sum gjøgnum Kristus hevði loyst okkum frá dóminum. Hetta varð prentað inn í okkum við orðum og góðum fyridømi.

Tí eru júst tær stundirnar nakað av tí friðsamasta, eg kann minnast aftur á.