Bíblian innblást av Gudi (1. partur) - ikki mannaorð um Gud

Teir, sum siga, at bíblian ikki er orð Guds, tala av monnum, men at hon er er mannaorð um Gud, hava ein trupulleika. Við eini slíkari fatan verða jú teir, sum hava skrivað bíbliuna gjørdir til grovastu lygnarar og forførarar, tí tað er eingin ivi um, hvat teir sjálvir halda, um tað teir siga. Teir siga ikki at hetta eru hugleiðingar um Gud, men ógvuliga klárt halda teir fram, at tað er Gud, sum sigur teimum, tað sum teir bera fram. Teir verða soleiðis gjørdir til lygnarar, men tað, sum verri er. Gud verður gjørdur til lygnara, tað er álvarsamt

Um tú tímir at fylgja mær skulu vit í stuttum brotum hyggja gjøgnum skriftirnar, og síggja hvussu greitt hetta kemur fram, at tað er Gud, sum opinberar seg, at tað er Gud, sum talar.

 

Hetta síggja vit ígjøgmum alla skriftina.

 

Tak bara byrjanina. 1. móseb. 1, 1-9.

1

Í upphavi skapti Gud himmal og jørð.

 

2

Jørðin var oyðin og tóm, myrkur var yvir djúpinum, og Andi Guds sveimaði yvir vøtnunum.

 

3

Gud segði: "Verði ljós!" Og ljós varð.

 

4

Gud sá, at ljósið var gott; og Gud skilti ljósið frá myrkrinum.

 

5

Gud kallaði ljósið dag, og myrkrið kallaði Hann nátt. Og kvøld varð, og morgun varð, fyrsta dag.

 

6

So segði Gud: "Eitt hvølv skal verða mitt í vøtnunum til at skilja vatn frá vatni."

 

7

Gud gjørdi tá hvølvið og skilti vatnið undir hvølvinum frá vatninum yvir hvølvinum. Og so varð.

 

8

Gud kallaði hvølvið himmal. Og kvøld varð, og morgun varð, annan dag.

 

9

So segði Gud: "Vatnið undir himli skal savna seg saman á einum staði, so at turrlendið kemur undan." Og so varð.

 

 

Her er eingin ivi. Gud skapti, Gud segði, Gud gjørdi o.s.fr. Einki eg haldi, mær kemur fyri, helst man tað vera soleiðis ella okkurt annað.

 

Soleiðis eru tey fyrstu orðini skrivað niður í hesa undurfullu bók. Einki, eg haldi, nei full vissa frá tí ósjónliga skapara til sín skapning.

 

Lat okkum síðani hyggja eftir einum kendum persóni, Nóa.

 

1. móseb. 6,13. Tá segði Gud við Nóa: “Eg havi gjørt av, at eg skal gera enda á øllum holdi o.s.fr.

 

7. kap. v.1. So segði Harrin. 8, kap.15 Tá talaði Gud við Nóa og segði.

9. kap. 17. So segði nú Gud við Nóa.

 

Tá ið vit koma til Ábraham, mannin, sum Gud valdi til at vera ættarfaðir til fólkið, sum hann ætlaði at gera til sítt egna serliga útvalda fólk á jørðini. Fólkið, sum hann skuldi opinbera seg fyri og tala til. Fólkið, sum Gud útvaldi til at geva okkum sítt orð, skriftirnar við. Sum rómbrævið 3,1-2 sigur: Hvat hevur tá jødin framum? Ella hvat nyttar umskeringin? Nógv á allan hátt! Fyrst og fremst tað, at orð Guds er litin teimum uppí hendur.

 

Fólkið sum Kristus skuldi koma við eftir holdinum, føddur av reinari ungari jødiskari gentu, sum ikki visti av manni. Hesa hending hava vit opinberaða longu í 1. móseb. 12,1-3:

 

 

1

HARRIN segði við Ábram: "Far úr landi tínum, frá skyldfólki tínum og frá húsi faðirs tíns - til landið, ið Eg skal vísa tær!

 

2

Eg skal gera teg til stórt fólk; Eg skal signa teg og gera navn títt stórt, og tú skalt verða signing.

 

3

Eg skal signa tey, ið signa teg, og tann, ið tær bannar, honum skal Eg banna; og í tær skulu allar ættir á jørðini verða signaðar.

 

Er hetta ikki einfalt og greitt. Ótrúligt, at tey, sum hava studerað til prest, kunnu siga at bíblian er skrivað av monnum um Gud. Man skuldi trú, at slík kendu skriftirnar.

 

 

Framhald