Bíbilsk skriftrulla funnin í Ísrael

Fyri fyrstu ferð í umleið 60 ár hevur fornfrøðisligur útgrevstur funnið lutir av eini bíbilskari skriftrullu

 

Ísraelskir fornfrøðingar hava funnið partar av eini bíbilskari skriftrullu, sum er 2000 ára gomul og umrødd sum ein av teimum mest týðandi fundunum síðani Deyðahavsrullurnar.

– Fyri fyrstu ferð í umleið 60 ár hevur fornfrøðisligur útgrevstur funnið partar av eini bíbilskari skriftrullu, verður sagt í fráboðan frá ísraelsku fornførðismyndugleikanum IAA.

Á lutunum av bíbilsku rullunum er tekstur skrivaður á grikskum, sum er frá teimum tólv profetunum, sum er ein partur av tí hebraisku bíbliuni og Gamla Testamenti. Guds navn er umrøtt á hebraiskum í tekstinum, upplýsir IAA.

Stjórin í IAA, Israel Hasson, sigur, at farið varð undir útgrevsturin eftir at gravránarar vóru farnir at rótast í hellinum.

Hann heldur, at fundurin eigur at føra til størri játtan til at halda fram við granskingini, sum higartil bara er komin hálvan veg.

Útgrevstrarnir hava verið í fleiri ár í hellunum og millum klettarnar í oyðimørkini í Judea, har fornfrøðingarnir hava nýtt dronur og serliga fjallaklintraraútgerð.

Í tí 80 ferkilometra stóra økinum í syðra partinum av Ísrael á Vestara áarbakka hava fornførðingarnir eisini funnið myntir, sum eru dagfestar til tíðina við jødanna lagnutunga og miseydnaða Bar Kochba-uppreistri ímóti rómverjum í aðru øld.

Fornfrøðingarnir funnu eisini eina 6000 ára gamla beinagrind av einum barni eins og eina kurv, sum er yvir 10.000 ára gomul, og sum verður umrødd sum tann elsta, sum er funnin í heiminum.

Fyrstu Deyðahavsrullurnar fann ein geitarhyrða í einum helli við Deyða Havið í 1947. Í tíðarskeiðnum fram til 1956 vóru funnar umleið 800 rullur í 11 hellum við Qumran nærindis Deyða Havinum.

Nógvar av rullunum eru stumpar, sum granskarar hava sett saman. Funnar eru umleið 100.000 stumpar av pergamentrullum.

Deyðahavsrullurnar liggja nú á ísraelska tjóðsavninum í Jerusalem. Á rullunum, sum eru frá tvey hundrað árum fyri Kristi føðing og til 100 ár eftir Kristi føðing, eru millum annað bíbilskir tekstir.

/ritzau/AFP