Býarstýrið sum hatar bilar

Er tað nakað, sum fólk, ið hava sína dagligu gongd í mið­bý­num í Havn sakna, so eru tað par­ker­ings­pláss.

Herfyri skrivaðu vit um, at komm­unan hevur beint burt­ur sjey par­ker­ings­bás­­ar á Kong­­­a­brúnni. Umberingin var, at drotn­ing­in skuldi spáka fram­við, og tí at nakr­ir ar­­beiðs­menn ikki fingu ar­beitt fyri bilum.
Drotningin gekk ikki fram við Kong­­a­brúnni, og eingir ar­beiðs­­menn hava arbeitt har held­­ur. Borg­ar­stjórin lovaði, at par­k­­er­ings­bás­ir­nir skuldu koma aft­ur, men enn eru eing­ir bás­ar.
Á hes­um sjey básum kunnu fólk parkera í minsta lagi 126 ferð­ir um dagin. Ella 126 fólk, sum havi ørindi í grann­a­lag­num, kundu park­era har í hálva­n tíma.
Nú er túrurin komin til Tórs­gøtu. Har hevur býráðið hesa vik­una beint burtur fimm bás­ar, har bilar kundu standa í ein tíma. Har kundu 45 fólk park­era í í mesta lagi ein tíma um dag­in, og so­leið­is kundu hesi í minsta lagi 45 fólk­ini av­greitt síni ørindi.
Fyrr hevur kommunan eis­ini beint burtur einar 20 bás­ar und­ir Bryggj­u­bakka, har sum í minsta lagi 180 fólk kundu parkerað í ein tíma um dag­in.
Vit skilja ikki hendan pol­i­tikk­in hjá Tórs­havnar komm­unu. Eitt bý­­arstýri, sum ikki vil, at al­­menn­ing­ur­in kann park­era í mið­bý­num skil­ir ikki sína upp­­gávu. Og tá tey sam­stundis merkja upp básar á al­­­menn­um veg til bilar hjá komm­ununi, so skilja vit tað slett ikki. Hví skulu bara starvs­fólk hjá býráðnum park­era í miðbýnum?
Vit vætna okkum eina frá­greið­ing frá Marin Katr­inu Frý­dal, sum er for­kvinna í teknisku nevnd og so­leið­is varð­ar av hes­um marg­hátt­liga par­ker­ings­pol­i­tikki...