Býarskipan og byggisamtykt fyri Porkeris Kommunu varð løgd fram 5. august, og borgarar í kommununi kunnu síggja uppskotið gerandisdagar millum kl. 10.00 og 16.00 og gera viðmerkingar til tað fram til 26. august. Á heimasíðuni hjá Porkeris Kommunu stendur, at møgulig mótmæli skulu vera skrivlig og bygdaráðnum í hendi í seinasta lagi 03.11.08 kl. 16.00. Hetta veit heimasíðan www.sudurras.fo at siga.