ÍBÚÐARPOLITIKKUR
Sambært samgonguskjalinum skal ein greiður íbúðarpolitikkur orðast í hesum valskeiðnum. Men hesin er ikki orðaður enn og nú minni enn tveir mánaðir eru eftir, til løgtingsval verður, er greitt, at ein slíkur ikki kemur á hesum sinni. Men tað merkir kortini ikki, at einki er hent á økinum, sigur landsstýrismaðurin við íbúðarmálum, Sámal Petur í Grund.
- Beinanvegin hendan samgongan tók við, setti Almanna- og heilsumálastýrið skjøtul á arbeiðið at orða ein íbúðarpolitikk, men arbeiðið er langt frá liðugt. Ístaðin hava vit lagt størri orku í at gera nýggja lóg fyri Húsalánsgrunnin og uppskotið liggur nú nærum klárt.
- Eitt samgonguskjal skal miða ivaleysa høgt, og tí fara altíð nøkur mál at standa eftir sum ikki eru avgreidd, tá ið valskeiðið er runnið. Komandi landsstýrið uttan mun til, hvørjir flokkar fara at mynda tað, heldur uttan iva fram við arbeiðinum at orða ein íbúðarpolitikk.
Íbúðar- og bústaðartrotið nógva staðni í Føroyum hevur gjørt seg serliga galdandi seinastu árini, og tí hevur javnan verið frammi, at tørvur er á at finna út av, hvat bústaðarmynstur vit ynskja í Føroyum. Eitt nú hevur Arkitektafelag Føroya reist spurningin og viðgjørt hann á ráðstevnu í fjør.
- Tað er alneyðugt at orða ein íbúðarpolitikk. Vit eru fyri so stórum broytingum í Føroyum, at okkurt munagott skal til. Endurskoðaða lógin fyri Húsalánsgrunnin og politikkurin, landsstýrið hevur ført á íbúðarøkinum, gevur fólki, sum eru komin eitt sindur til árs, møguleikan at sleppa av við stór og kravmikið hús og ístaðin fyri setast búgv í lutafelagsíbúð.
At stórur tørvur er á bústøðum í Havn og á størri plássum, er ikki uppgávan hjá landsstýrinum at taka sær av, leggur landsstýrismaðurin dent á.
- Uppgávan hjá landsstýrinum er at skapa karmar og gera skipanir, sum eru galdandi fyri alt landið. Verða bústaðir, sambýli, og eldrasambýli bygd úti um landið, verða bústaðir givnir leysir til onnur. Landsstýrið hevur lagt fyri tingið uppskot um at inntøkan hjá pensjónistum at leiga út skal verða skattafrí. Hetta er ikki ein liður í at orða ein íbúðarpolitikk, men fyri at fáa til vega fleiri bústaðir. Íbúðargrunnurin og Húsalánsgrunnurin kunnu sum stovnar undir landinum virka við til at gera loysnir í Havn, men landsstýrið og løgtingið kunnu ikki byggja bústaðir í Havn, men gera lógir og skapar karmar fyri alt landið.










