Býarmynd horvin

Ein býarmynd í Havn hvarv í gjár, tá bygningurin, har Samvinnufelagið og Karlsborg hava hildið til, varð tikin niður Upprunaliga var ætlanin at umvæla bygningin, sum Føroya Fiskimannafelag eigur.

Bygningurin vísti seg tó at vera so illa farin av fýri, at avgjørt var at taka hann niður og heldur byggja hann upp aftur av nýggjum, sigur Sámal Poulsen, nevndarlimur í Fiskimannafelagnum, sum eisini stendur fyri arbeiðinum.

Nýggi bygningurin verður í fýra hæddum, tað vil siga ájavnt tann partin, har Fiskimannafelagið nú hevur skrivstovu. Síðani er ætlanin at víðka verandi skrivstovu við allari ovastu hædd á nýggja bygninginum.

Eftir ætlan skal niðasta hædd í nýggja bygninginum verða liðug um ólavsøkutíð. Nær bygningurin verður heilt liðugur er ilt at meta um, men arbeiðið verður gjørt sum skjótast, sigur Sámal Poulsen.

Væntandi fer bygningurin at kosta einar fimm til seks milliónir krónur, tá hann stendur heilt liðugur