Íbúðarhús í Ålesund rapaðu

Seks fólk eru ikki komin afturíaftur, eftir at eini íbúðarhús í norska býnum Ålesund rapaðu í nátt Løgreglan í Ålesund sigur, at 21 fólk búðu í húsunum, og at seks teirra eru ikki komin afturíaftur. Hini 15 eru flutt á sjúkrahús, men tey flestu høvdu ongan skaða fingið, sigur løgreglan.

Tað er ikki greitt, hví íbúðarhúsini, sum eru í seks hæddum, rapaðu. Tær báðar niðastu hæddirnar eru illa farnar, og fjølmiðlarnir vilja vera við, at ein skriða kann hava rakt húsini.

Tey tíðindini vil løgreglan ikki vátta, men ásannar tó, at tað kann hava verið ein skriða, sum hevur rakt húsini.