Íbúðarbygging í Havnar kommunu

Eftirspurningurin eftir íbúðum hevur ongantíð verið størri enn nú. Bíðilistin eftir grundstykkjum er væl oman fyri hundrað og planløgd raðhús verða seld, longu áðrenn tey eru bygd.

Støðan hjá teimum ungu, ið skulu seta búgv, er vónleys, tí tey fáa onki at búgva í.

Tað sama er galdandi fyri tær ungu familjurnar, ið hava starvast uttanlands og nú hava fingið tilboð um arbeiði í Havnini og skulu flyta heim, tey hava heldur onki at búgva í.

Nakað má gerast við hendan spurning og tað ongantíð ov skjótt.

Ein loysn er at fara undir at byggja stór íbúðarhús við nógvum íbúðum. Hesin byggiháttur hevur higartil ikki haft stóran áhuga í Føroyum. Men tíðir broytast og fólkið eisini.

Um arkitekturin formgevur byggingina við atliti til landslagið, so verður náttúrumyndin ikki oyðiløgd og umhvørvið heldur ikki.

Eitt slíkt stig fer beinanvegin at skapa fleiri nútíðarhóskandi tilboð, bæði til ung og gomul.

Við hesum byggihátti fáa tey ungu møguleika at útvega sær antin leigara- ella eigaraíbúð, og tey eldru kunnu - um tey ynskja tað - skifta úr sethúsum til íbúð.

Fólkaflokkurin arbeiðir bæði fyri tað unga og tað eldra ættarliðið.


Hans Biskopstø

valevni hjá

Fólkaflokkinum