Á býráðsfundi í Havn fyri 25 árum síðan varð eitt mál um bygging av nýggjum býarbókasavni lagt fram. Uppskotið fevndi um bygging av einum bókasavni millum Posthúsið og Sjómansheimið í Tórsgøtu. Palli Gregoriusssen arkitektur hevði gjørt eitt skitsuprojekt, sum tilsamans varð mett at kosta 40 milliónir krónur.
Kelda: Sosialurin 30. august 1984