Tíðliga í fjør summar samtykti býráðið at fara undir at endurskoða býarætlanina fyri gomlu Tórshavnar kommunu. Hetta arbeiðið er nú lokið, og býráðið hevur samtykt endurskoðaðu heildarætlanina fyri tíðarskeiðið 2005-2022.
Roknað verður við eitt sindur minni fólkavøkstri enn í teirri ætlæanini, sum farið varð undir í 2001. Tá varð roknað við einum miðal fólkavøkstri í Tórshavnar kommunu uppá 1,75 prosent árliga fram til 2022.
Hetta tal er nú stillað niður til 1,25 prosent í árligum fólkavøkstri. Broytingin byggir á gongdina í fólktalinum seinastu árini. Stillingin merkir m.a., at krøvini til kommununa um byggilendi og stovnar av ymsum slag verða heldur minni, enn mett varð fyri fáum árum síðani.
Høvuðssetningurin í arbeiðnum at endurskoða heiuldarætlanina var, at fáa landafrøðiliga javnvág í býarmenningina og raðfesta Vesturbýin og økið hjá gomlu Argja kommunu fremri í tíðarætlanini, enn gjørt varð í fyrru heildarætlanini.
Hetta er gjørt á tann hátt, at býarmenningin í Hoyvíkshaganum verður tambað í tíð samstundis, sum útbygging av Vesturbýnum og Argjum verður tikin longur fram.
Ætlaðar byggingar og útstykkingar vestanfyri verða skundaðar fram í tíðarætlanini 2005 til 2022. Umvent merkir hetta, at tað verður ikki lagt so stórt trýst á Hoyvíkshagan so tíðliga í skeiðnum, sum ætlanin annars var.
Frá Hamrinum til Stórutjørn
Tað vestasta, hendan ætlanin fevnir um, er víðkan av byggingini á Hamrinum á Argjum, og tað norðasta økið, sum ætlanin er at byggja, er við Stórutjørn í Hoyvíkshaganum.
Harímillum eru ymisk øki, sum verða løgd út serliga til bústaðarbygging og stovnsbyggingar, sum hoyra einum framkomnum býi til.
Sum dømi um aðra nýggja útstykking kann nevnast, at ætlanin er at binda saman millum Miðhorn og Norðasta Horn, og ætlanin er eisini sum frálíður at fara undir bústaðarbygging Undir Vesturvarða í Flatnahaga.
Samstundis, sum ætlanir verða lagdar um bústaðarøki, verða eisini lagdar ætlanir um øki, har vinnulívið kann húsast. Hesi bæði mugu ganga hond í hond, tí annars er ongin samanhangur í frantíðarætlanunum.
Í stóran mun er ætlanin at leggja tey tungu arbeiðsplássini í nánd av Sandvíkarhjalla og Skarðshjalla, meðan onnur lættari arbeiðspláss kunnu hava til húsa í samantvinnaðum býlingum, har bæði bústaðir og arbeiðspláss kunnu vera eitt nú við ta nýggju Karlamagnusarbreyt í Hoyvíkshaga og á Boðaneshamri.
Til tess, at ikki øll størri og miðalstór vinnuvirki enda í einum og sama horni av býnum, verður eisini lagt upp til møguleikar hjá vinnuvirkjum vesturi í býnum.
Stór ónýtt øki
Býráðið ásannar, at plánurin fyri menning av Vesturbýnum og grannalag hevur ikki verið nóg góður. Býráðið ásannar eisini, at tað almenna hevur fingið fleiri stór øki á hesi leið til taks til almennar stovnar, sum opngan veg ganga.
Hetta arbeiður ímóti okkara býarplánlegging og darvar okkara menning av býarpartinum. Tað ber ikki til, at stórar víddir í Vesturbýnum liggja ónýttar mitt inni millum húsini, tí tá fæst býarparturin ikki til at rigga sum tann heild, hann er ætlaður at vera.
Býráðið eigur tí at umhugsa at seta tí almenna, eins og øllum øðrum, treytir fyri, nær og hvussu skjótt bygt eigur at verða. Verður ikki bygt innan eitt ávíst áramál, mugu vit lata lendið fara til annað, kanska líknandi endamál, og útvega tí almenna lendi aðrastaðni.
Hesumegin Kirkjubøreyn
Nú býráðið hevur samtykt endurskoðaðu býarætlanina fyri gomlu Tórshavnar kommunu, verður farið undir eina skipanarætlan fyri tann partin av gomlu Kirkjubøar kommunu, sum liggur argjamegin ella havnarmegin Kirkjubøreyn.
Hendan ætlan fer óivað eisini at fáa árin á heildarætlanina fyri býin.
Har eru stórir spurningar uppi, sum ikki sampakka væl. Skula vit hava flogvøll á Glyvursnesi ella skula vit ikki hava flogvøll á Glyvursnesi?
Stýringarbólkurin, sum er mannaður við fólki úr samgongu, minniluta og embætisverki, fer undir hetta arbeiðið við víðari sjón og miðar eftir at gera tvær alternativar ætlanir eina við flogvølli og eina uttan flogvøll.
---