Í fjør skoraði Jóan Símun Edmundsson níggju mál og hevði fýra málgevandi avleveringar, men higartil í ár hevur gingið heldur verri hjá føroyska áleyparanum í OB. Hóast hann hevur spælt átta dystir í hesum kappingarárinum hevur hann hvørki skorað ella lagt upp til eitt mál enn. Hann hevur tó skorað okkurt mál fyri næstbesta liðið hjá OB.
Í samrøðu við bold.dk sigur hann, at hann væl er varugur við, at spælið ikki hevur verið á sama støðið sum í fjør.
- Eg havi havt nakrar trupulleikar við skaðum, umframt at eg havi spælt eitt sindur ymisk pláss á liðnum og ikki veruliga havi funnið mótt stað. Men eg royni at gera mítt besta og arbeiði hart fyri at finna mín besta form, sigur hann við bold.dk.
- Ein kann altíð leita eftir frágreiðinum, men eg hyggi inneftir og má bara ásanna, at eg ikki spæli líka væl sum í vár. Tað gera tíverri fleiri aðrir á liðnum heldur ikki, sigur hann, men leggur afturat:
- Eg trúgvi og veit, at tað kann gerast nógv betri, og tað er bara upp til mín sjálvan at syrgja fyri, at eg komi á rætta leið aftur.
Jóan Símun Edmundsson skifti til OB úr Vejle í januar 2016 og hevur skorað tilsamans níggju mál í 43 dystum.