Bíðar eftir trygdini

Reiðarin á trolbátinum Sigrun hevur framvegis ikki svarað, um hann reisir milliónina, sum ákæruvaldið hevur kravt í trygd fyri, at skipið kann loysa

Randi Jacobsen   

randi@sosialurin.fo


Tað er framvegis ikki greitt, hvussu verður við trolbátinum Sigrun, ið Tjaldrið tók mánadagin í seinastu viku. Sigrun varð tikin fyri at trola innan fyri 12 fjórðingar.

Ákæruvaldið gav loyvi til, at Sigrun seinasta hósdag fór til Leirvíkar at landa, og síðan hevur báturin ligið har.

Hetta er eitt størri mál, og tí hevur ákæruvaldið ikki avgreitt málið.

Ákæruvaldið hevur kravt, at reiðarin setir eina millión krónur í trygd fyri at kunna loysa, men reiðarin hevur ikki svarað, um hann góðtekur hetta krav og reisir milliónina ella ei.

Jónsvein Knudsen vildi í dag ikki gera nakrar viðmerkingar til Sosialin um málið. Sostatt fæst ikki at vita, um bíðað verður eftir, at skiparin tekur støðu, ella tað gongur minni væl at reisa kravdu upphæddina.

Ákæruvaldið metir málið at vera sera umfatandi, og at Sigrun á 21 túrum hevur fiskað ólógliga, bæði innan fyri 12 fjórðingar, í stongdum kassum og bæði.

Sami skipari var ikki allar túrarnar, men enn er bara ein skipari skuldsettur.


Myndartekstur:

Sigrun hevur nú ligið í Leirvík í eina viku

Mynd: Vilmund Jacobsen