Bíða við helvtini til í evstu løtu

Landsstýrið hevur latið løgtinginum 98 lógaruppskot hesa tingsetuna. 42 teirra eru komin hesa vikuna.

Landsstýrið hevur í dag latið løgtinginum 42 uppskot. Heta tingsetuna hevur landsstýrið latið løgtinginum 98 uppskot.

 

Hesa tingsetuna hevur landsstýrið latið Løgtinginum í alt 98 uppskot, nú freistin at lata Løgtinginum uppskot er farin.

 

Landsstýrið hevur seinastu vikuna latið Løgtinginum í alt 42 uppskot, nú freistin at lata Løgtinginum uppskot er farin.

 

Uppskotini eru fjølbroytt og stava frá øllum stjórnarráðum, skrivar Løgmansskrivstovan.

 

Millum uppskotini, sum landsstýrið hevur latið Løgtinginum, eru:

- Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um barsilsskipan (Leingjan av rættinum til barsilspening)

- Bústaðarætlanin hjá landsstýrinum (Fýra lógaruppskot)

- Uppskot til samtyktar um at seta í gildi fyri Føroyar fríhandilssáttmála millum Føroyar og Sameinda Kongsríkið Stórabretland og Norðurírland.

- Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um familjuískoyti (Burturfall av familjuískoyti, hækkað familjuískoyti í serligum førum og familjuískoyti til kvinnur, sum uppihalda sær á kreppumiðstøð)

- Uppskot til løgtingslóg um studningslán til at byggja húsarhaldsskúla í Klaksvík

- Uppskot til løgtingslóg um veiðigjøld

- Uppskot til løgtingslóg um almannatrygd og vælferð (Vælferðarlógin)

- Uppskot til løgtingslóg um fyrisiting av margfeldinum í náttúruni

 

Hesa tingsetuna hevur landsstýrið lagt í alt 98 uppskot fyri Løgtingið. Talan er um løgtingslógir, ríkislógartilmæli og uppskot til samtyktar.