Bíðað verður eftir skrivara­borðinum

Um tað skal verða AB ella TB, sum saman við FC Suðuroy skal flyta upp í bestu deildina, verður ikki greitt fyrr enn í fyrsta lagi leygardagin

Stríðið um at flyta upp í bestu fótbóltsdeildina saman við FC Suðuroy hevur leingi staðið millum TB og AB, og eftir at næstsíðsta umfar er av, er støðan tann sama.
27. og síðsta umfar verður tíðliga seinnapartin leygar­dagin, og tá eigur spurningurin um uppflytingina at verða avgreiddur. Men tað er ikki víst, at tað leygardagin verður greitt, um tað verður AB ella TB, sum skal flyta upp saman við FC Suðuroy.
Tað valdast um, hvussu tað verður við viðgerðini av kæruni. Í triði síðsta umfari tapti TB 2-1 í Gundadali ímóti HB, og støðan er sett upp út frá, at tað var HB, sum vann øll stigini. TB hevur kært, tí tvøra­menn halda, at tríggir spælarar vóru á HB liðnum, sum ikki høvdu loyvi at spæla við næstbesta liðnum so seint á árinum.
Tað verður roknað við, at komið verður til eina niður­støðu í hesi vikuni, og tá verða fyritreytirnar undan finalu­umfarinum greiðar. Um eingin avgerð verður tikin í hesi vikuni, so verður tað sera óheppið fyri allar partar at bíða eftir endaligu avgerðini um, hvør skal flyta upp, og kanska eisini eftir avgerðini um, hvør skal flyta niður.
Sambært støðutalvuni er FC Hoyvík flutt niður undan síðsta umfari. Stigamunurin fram til HB er eftir 26 umfør fýra stig. Men um HB verður dømt at tapa ímóti TB, so verður HB bara eitt stig frammanfyri FC Hoyvík undan síðsta umfari, og so er møguleiki fyri, at FC Hoyvík skal sleppa undan niður­flytingini, og at HB skal flyta niður.
Í síðsta umfari, sum verður leygardagin klokkan 13, sær skráin soleiðis út: FC Suðuroy-07Vestur, AB-FC Hoyvík, NSÍ-Skála, HB-Víkingur og EB/Streymur-TB.
Lítil ivi man vera um, at AB fer at vinna fulla úrtøku ímóti FC Hoyvík, sum tískil flytir niður uttan mun til, hvussu úrslitið av kæruni hjá TB verður.
Um TB fær viðhald í kæruni, so bendir alt á, at tað verða tvøramenn, sium fara at flyta upp. Annars verður tað AB.
Leygardagin var AB í Leirvík, har vindurin darvaði nógv. Tað var málleyst eftir 1. hálvleik, men í 2. hálvleiki eydnaðist tað AB at vinna 3-1. Milan Kuljic skoraði tvey tey fyrstu málini fyri AB. Tað er merkisvert, at Milan hevur skorað 20 mál og er næstbesti málskjútti í næstbestu deildini.
Eisini í Hvalba, har TB hevði vijtan av teimum næstbestu hjá NSÍ, darvaði vindurin í 2. hálvleiki. Heimaliðið var greitt omaná, og TB vann 5-2 eftir hálvleiksstøðuna 3-1. U-21 landsliðsspælarin Gilli Sørensen skoraði tvey tey fyrstu málini fyri TB, sum síðstu løtuna var undirmannað, tí Aron Sørensen var vístur av vøll­inum.
FC Suðuroy var á Skála, har heimliðið legði seg á odda tíðliga í 1. hálvleiki. Suðuroyingarnir svaraðu aftur í 1. hálvleiki, og eftir hvíldina skor­aði FC Suðuroy tvær ferðir og vann tískil 3-1. Toppskjúttin John T. Poulsen, sum nú er komin upp á 23 mál, skoraði tvær ferðir.
At HB vann í Vágum sam­stundis sum FC Hoyvík tapti á heimavølli ímóti EB/Streymi, sum við sigrinum slapp heilt leyst úr botninum, ber við sær, at HB er omanfyri strikuna. So fæst at síggja, hvussu tað verður við kæruni, og um HB á heimavølli megnar at gera nakað við Víking.