Bíðaðu bara

Hóast teir royndu at dyrgja eftir sigrinum, so tóktist lagið á Skála-manningini at vera so hampuliga gott eftir dystin. Í steðginum snúi tosið fyrst og fremst seg um, at nú skuldu teir byrja betri, enn teir gjørdu í fyrra hálvleiki. Og við málinum bara fýra minuttir seinni eydnaðist hetta til fulnar.- So var tað jú upp til teir at skapa dystin. Tað eru ikki vit, sum stríðast fyri FM, og tí kundu vit væl liva við javnleikinum. Tí valdu vit bara at bíða, fyri síðani at dyrgja eftir kontramálinum, sum kundi avgera til okkara fyrimun. Tað riggaði sum so fínt, men vit fingu ikki næsta málið, so tað kunnu vit iðra okkum eitt sindur um, segði Pætur Dam Jacobsen eftir dystin.