Bíða ótolin eftir studentum

- Vinnur Helena Dam á Neystabø tað aftur í 2010, sum hon mist í ár, so er hon eitt konubrot, sigur Jóan Pauli Joensen, rektari á Fróðskaparsetri Føroya

Á Fróðskaparsetrinum er í hesum døgum spenningur um Helenu Dam á Neystabø - um hon fer at vinna tað inn aftur í 2010 sum mist varð í 2009 ? um hon megnar at finna tær 1,8 milliónir krónurnar, sum tað kostar at reka Søgu- og samfelagsdeildina.

- Tað eru fleiri ungfólk, sum spyrja eftir, hvussu tað verður við útbúgvingunum á Søgu- og samfelagsdeildini á Fróðskaparsetrinum, sigur rektarin á setrinum.

Hann vísir á, at tað sum er spennandi er, um tað fer at eydnast landsstýriskvinnuni í mentamálum Helenu Dam á Neystabø at telva so væl, at hon fær pengarnar til Søgu- og samfelagsdeildina á fíggjarlógina fyri 2010, sum mistar vóru í 2009 gjørdi, og sum førdi til at eingi lesandi vórðu upptikin heystið 2009.

- Stýrið fyri Fróðskaparsetur Føroya hevur raðfest Søgu- og samfelagsdeildina í 2010, so at deildin kann fáa sett tey størvini aftur, sum gera tað møguligt, at eini 50 ung fólk fáa møguleikan at lesa til bachelor í søgu ella stjórnmálafrøði her í Føroyum. Og at tey sum hava lokið bachelorútbúgvingina kunnu halda fram við masterútbúgving, sigur Jóan Pauli Joensen.

Lesturin á Søgu og samfelagsdeildini hevur verið millum tann best dámda á setrinum, og spurt verður hvønn dag, um útbúgvingarnar koma at verða ella ikki.

- Tíverri kann eingin á setrinum svara teimum við vissu. Øll bíða vit eftir hvussu leikur fer fram í Mentamálaráðnum. Spurningarnir verða helst fleiri á tiltakinum Markleys útbúgving, men hvat skal setrið svara? ? spyr rektarin á setrinum

- Fer tað at eydnast Helenu Dam á Neystabø at vinna aftur tað, sum á mist var í 2009, so tað kemur aftur á fíggjarlógaruppskotið, sum verður lagt fram fyrsta dagin í tinginum, so er hon eitt konubrot í føroyskum politikki, sigur Jóan Pauli Joensen, sum leggur afturat, at fyrsta floks undirvísingarhøli standa ótolin og bíða eftir studentum.