Bíða enn eftir Statsadvokatinum

Málið, um teir báðar løgreglumenninar, sum eru lagdir undir at hava framt harðskap móti tveimum dreingjum á ársins Summarfestivali, er enn ikki avgreitt. Løgreglan bíðar enn eftir Statsadvokatinum. Teir báðir løgreglumenninir eru lagdir undir at hava framt óneyðugan harðskap móti tveimum ungum dreingjum á Summarfestivalinum. Ferðaliðið hjá løgregluni hevur kannað málið, og tosa við tey ymsu vitnini, men enn er einki nýtt at frætta í málinum.

Ferðaliðið sendi málið víðari til Statsadvokatin, og síðani skal hesin avgera, um ákæra skal reisast móti løgreglumonnunum.

Peter Thysen, politiovasti væntar, at nýtt verður at frætta í málinum rættiliga skjótt.

-Vit hava biðið um eina skjóta viðgerð frá Statsadvoktinum, og helst fáa vit svar skjótt, sigur hann.