Bíða eftir Umboðsmanninum

Landsstýrismálanevndin bíðar við at viðgera tvey mál, til Løgtingsins Umboðsmaður hevur sagt sína hugsan um tey Kári á Rógvi, lægtingsmaður, hevur biðið landsstýrismálanevndina kanna embætisførsluna hjá Hans Paula Strøm, landsstýrismanni í tveimum málum, sum Løgtingsins Umboðsmaður longu er í ferð við at kanna. Men nevndin sigur, at hon ger einki við málini, fyrr enn Umboðsmaðurin hevur gjørt sína niðurstøðu.

Annað málið er um tveir portørar, sum eru uppsagdir á Landssjúkrahúsinum. Løgtingsins Umboðsmaður hevur heitt á Almanna- og Heilsumálaráðið um at taka málið upp av nýggjum fyri at vita, um veruligt grundarlag var fyri at siga portørunum upp. Samskifti er nú millum Umboðsmannin og ráðið um málið, og Landsstýrismálanevndin ger ikki meira við málið, fyrrenn Umboðsmaðurin er liðugur við tað, sigur Kringvarpið.

Hitt málið snýr seg um eina hending á sambýlinum á Mýrini í Havn, har fyrrverandi leiðarin er meldaður fyri harðskap. Eisini hetta málið er kært til Løgtingsins Umboðsmann, og Landsstýrismálanevndin ger ikki meira við tað, fyrrenn Umboðsmaðurin er komin við síni niðurstøðu.

Kelda: Kringvarp Føroya