Útróðrarbáturin Brattaskor, sum tikin varð fyri góðari viku síðan, hevur framvegis ikki fingið nakað sektaruppskot frá fútanum Brattaskor varð tikin av vaktartænastuni, tí hann fiskaði á stongdari gýtingarleið.
Veiðan varð seld á fiskamarknaðinum.
Tað verður innan fyri tvær tær næstu vikurnar, at sektaruppskotið kemur, sigur Karen Marie Olesen, fúti.
Tá ið útlendsk skip verða tikin fyri ólógligan fiskiskap, ganga sjáldan nógvir tímar, til teir fáa sektaruppskotið og kunnu so loysa aftur.
Brattaskor slapp út aftur beinanvegin, og tað man vera tí, at sektaruppskotið í hesum førinum ikki hevur skund.