Bíða eftir kanningarúrslitunum

Hóast úrslitini av DNA og øðrum kanningum í Pidda-málini ikki eru tøk enn, ivast Bergleif Brimvík, leiðari fyri kriminalpolitiið ikki í, at tann varðhaldsfongslaði maðurin er sekur.

- Kanningararbeiðið er trupult, tá ið tann einasti, sum við vissu kann siga, hvar Piddi Hansen, noktar seg sekan, sigur Bergleif Brimvík. Harvið sigur hann, at tann skuldsetti er sekur.

Hann leggur aftrat, at hetta kann hann siga út frá ymiskum sporum , sum politiið hevur funnið bøði í húsunum hjá Pidda Hansen og í húsunum, sum skuldsetti maðurin búði í.

Fleiri avhoyringar eru eftir at gera. Tá ið fólk verða avhoyrd, førir tað ofta til nýggjar avhoyringar, sigur Bergleif Brimvík.

Hann takkar leitingarfeløgunum hjartaliga fyri teirra stóra arbeiði. Somuleiðis takkar hann teimum, sum hava hjálpt við upplýsingum.

- Vit taka fegin móti fleiri upplýsingum, eitt nú vilja vit frætta meira um, hvar Skoda Fabia hatckback bilurin er sæddur frá 3. november og nakrar dagar fram, sigur Bergleif Brimvík.