Einki hendir í trætuni millum Fíggjarmálaráðið og Kommunulæknafelagið fyrr enn partarnir hava hitst í Fasta Gerðarættinum í morgin
Klokkan 10 í morgin skulu Fíggjarmálaráðið og Kommunulæknafelagið hittast í Fasta Gerðarættinum, sum skal taka støðu til, um semingsstovnurin hevur heimild at leggja seg út í trætuna millum partarnar.
Orsøkin til, at óvissa er um hetta, er at kommunulæknastarvið er lutvíst alment og lutvíst privat. Semingsstovnurin hevur einans myndugleika á almenna arbeiðsmarknaðinum.
Jan Mortensen, leiðari á lønardeildini hjá Fíggjarmálaráðnum sigur, at ongar samráðingar vera millum partarnar áðrenn málið er roynt í gerðarættinum.
- Síðani laga vit okkum eftir niðurstøðuni hjá rættinum. Metir hann, at semingsstovnurin hevur neyðugu heimildina, koma semingsmenninir upp í málið beinanvegin. Um ikki, so mugu vit finna eina aðra loysn ella kanska biðja aðrar semingsmenn megla millum partarnar, sigur Jan Mortensen.
Kommunulæknarnir boðaðu annars frá verkfallið frá hósdegnum í farnu viku, men semingsstovnurin útsetti tað verkfallið. Tí bleiv málið lagt fyri Fasta Gerðarættin at avgera, um semingsstovnurin hevur slíka heimild mótvegis Kommunulæknafelagið. Kommunulæknafelagið hevur 48 tímar fráboðanarfreist og tí verður í øllum førum ikki talan um nakað verkfall fyrr enn í fyrsta lagi frá hósmorgni aftur.