UEFA hevði boðað frá, at skuldi talan verða um at flyta dystin, soleiðis sum FSF og Ukrainska fótbóltssambandi ynskja, so skuldu hini londini í bólkinum játtað hesum áðrenn klokkan 12 í dag.
Fyri løtu síðani høvdu vit aðalskrivaran hjá FSF, Ísak Mikladal, í telefonini, og hann sigur, at enn verður bíðað eftir svarið frá Fraklandi.
Roknast kundi annars við, at serliga Italia og Frakland møguliga høvdu áhuga í, at umstøðurnar hjá Ukraina vóru so vánaligar sum gjørligt, tá teir skulu spæla her. Hetta tí sannlíkindini fyri einum málleysum javnleiki tá helst eru størri. Men italska fótbóltssambandið hevur so játtað, at dysturin verður fluttur, so liggur kavabólturin í hondunum frá franska fótbóltssambandinum.