Vestmenningar vilja sleppa at flyta 141,6 fiskidagar av Nornagesti og Kolumbusi, sum eru lagdir, yvir á fýra skip, sum teir ætla at keypa úr Klaksvík Í eina tíð hava menninir aftanfyri partafelagið Vár í Vestmanna, Tummas Christhophersen og Dánjal Jacobsen, ætlað sær at keypt teir fýra ísfiskatrolararnar hjá Kristian Martin Rasmussen í Klaksvík.
Talan er um trolararnar, Safir, Smaragd, Fjalshamar og Nónhamar, sum felagið í Klaksvík fyrr í ár keypti frá Føroya Banka.
Hugskotið aftanfyri keypið og verkætlanina er, at skipini skulu verða ein partur av ráfiskagrundarlagnum undir Kósavirkinum í Klaksvík, tá tað letur uppaftur.
Partafelagið Vár í Vestmanna eigur frammanundan partrolararnar Nornagest og Kolumbus, sum eru lagdir. Hesi skip eiga tilsamans 141,6 fiskidagar, sum ætlanin so er at flyta yvir á tey fýra skipini, sum skulu keypast úr Klaksvík.
Men enn eru einki skip keypt úr Klaksvík. Tummas Christophersen sigur orsøkina verða, at felagið framvegis bíðar eftir endaligum svari úr Fiskimálaráðnum.
- Vit halda, at vit hava bíðað nóg leingi nú, tí talan er um at flyta fiskidagar frá skipum, sum eru løgd, yvir á skipini, vit hava gjørt avtalu um at keypa.
Tummas sigur, at fyrr enn partafelagið Vár hevur fingið játtandi svar úr Fiskimálaráðnum, verða skipini í Klaksvík ikki keypt.
- Vit bíða framvegis eftir endaligum svari úr Fiskimálaráðnum, áðrenn vit kunnu siga, at hesi fýra skipini, sum skulu verða við til at tryggja grundarlagið undir Kósini, eru keypt, sigur reiðarin í Vestmanna, sum vónar, at endaligt svar kemur úr Fiskimálaráðnum skjótast gjørligt.