Bíða eftir dóminum

Rættarmálið móti Gadus var fyri í gjár.

Rættarmálið móti føroyska trolaranum Gadus, ið norska sjóverjan legði hald á 20. februar í ár, var í gjár fyri í Nord-Troms tingrætti í Tromsø. Tað skrivar Kringvarpið á síni heimasíðu.


Málið snýr seg um, at norskir myndugleikar hava illgrunað um, at Gadus ikki boðaði teimum frá umleið 140 tonsum, ið skipið fiskaði millum 15. og 19. februar. Talan skal hava verið um eitt virði á 1,1 millión krónur.


Kringvarpið skrivar, at Brandur Joensen, skipari umborð á Gadus, varð avhoyrdur í rættinum í gjár, umframt at Hanus Hansen, reiðari, og fjarritarin vóru til staðar.


Málið er enda í rættinum, tí at skipari og reiðarí sýta fyri at rinda tað, ið norska løgreglan krevur. Kravið til skiparan er eitt sektaruppskot á 19.500 krónur, umframt at løgreglan krevur virðið á lastini.