Skal Tórshavnar kommuna sleppa at halda fram við ætlaðu havnarútbyggingina ella skal verkætlanin steðgast, eins og býarskipanarnevndin mælir til?
Tað er avgerðin, ið Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í heilsu- og innlendsmálum, má taka støðu til.
Tað var um miðjan mars, at býarskipanarnevndin kom við sínum tilmæli um at steðga havnarútbyggingini, og tá fekk Tórshavnar kommuna fram til 1. apríl at gera viðmerkingar til niðurstøðuna hjá nevndini.
Tær viðmerkingarnar vórðu latnar Heilsu- og Innlendismálaráðnum í gjár, og ikki óvæntað, so sáddi Tórshavnar kommuna iva um tilmæli frá Býarskipanarnevndini og mælti landsstýriskvinnuni til at ikki at steðga verkætlanini.
Næsta stigið er, at landsstýriskvinnan tekur eina avgerð um málið. Miðlahúsið hevur eisini roynt at fingið eina viðmerking frá landsstýriskvinnuni um nær ein avgerð kann væntast, men tíverri hevur tað ikki eydnast at fingið orð á landsstýriskvinnuna.
Áður hevur hon tó upplýst, at hon ynskir at hoyra allar partar í málinum, áðrenn ein avgerð verður tikin.
Sostatt er líkt til, at partarnir í málinum mugu bíða nakrar dagar aftrat eftir avgerðini, tí enn manglar ein fundur millum landsstýriskvinnuna og Tórshavnar kommunu. Sum skilst, so var upprunaliga ætlanin, at fundurin skuldi vera hósdagin 31. mars, men tann fundurin er, sum Miðlahúsið skilur, útsettur til einaferð í næstu viku.
Harvið mugu havnarfólk og onnur við áhuga fyri málinum bíða nakrar dagar aftrat, áðrenn landsstýriskvinnan tekur eina endaliga støðu í málinum.