Bíða bara eftir okkara túri

Klaksvík: Fiskimálaráðið hevur nú strikað ta sonevndu rúmmetur-regluna. Við hesi broytingini kunnu línumenn nú býta línuskip síni um við størri.
Hetta fegnast teir sjálvandi um. Men eisini aðrir heilsa hesi loysnini vælkomnari.

Ein teirra er Hans Jákup Vitalis, sum eigur línubátin Fiskivarða, og sum eisini hevur stóran áhuga í tí sum hendir innan fiskivinnu okkara.

- Jú, henda broytingin kemur sera væl við hjá línuskipunum. Eingin ivi um tað. Men nú bíða vit aðrir bert eftir, at sama skipan og sama regla koma í gildi fyri okkara bátar, sigur hann álvarsamur.

Línuskipini í bólki 3 - t.v.s. tey sum eru størri enn 110 tons - fáa nú betri møguleikar at virka fiskin umborð. Og hetta fer eisini at vera til fyrimun fyri manningina, sum nú fær tað liviligari umborð.

Ein annar bati er, at dekksplássið á línuskipunum kann gerast størri, soleiðis at tey nú kunnu frysta veiðuna umborð, og virka fiskin heilt ella lutvíst umborð.

- Henda reglan burdi verið komin fyri nógvum árum síðani, slær ídni útróðrarmaðurin fast.

- Eg vóni tí, at hetta bara er fyrsta stig á leiðini, - altso, at teir fara at gera somu skipan fyri útróðrarflotan. Okkara bátar treingja so sanniliga eisini til at fornýggjast.