B 6: Uppsøgnirnar verða ikki tiknar aftur

Leiðarin á Landssjúkrahúsinum sigur, at tað verða ikki fleiri sjúkrasystrar settar á B 6. So koma vit ikki aftur, sigur Ingun Gaardbo, álitisfólk

 

Landssjúkrahúsið


Á miðdegi í gjár var onki, sum bendi á, at ein loysn fór at verða funnin á kreppuni á B 6 á Landssjúkrahúsinum..

Tvørturímóti.

Kravið frá eimum 19 sjúkrasystrunum, sum hava sagt upp, hevur verið, at fleiri starvsfólk verða sett.

Men hesum vísir Jóanes Erik Køttlum, leiðari á Landssjúkrahúsinum aftur aðrastaðni í blaðnum í dag.

Tað sama verður endurtikið í einum tíðindaskrivi, sum leiðslan á Landssjúkrahúsinum almannakunngjørdi beint fyri miðdag í gjár.

Har verður sagt, at tað er onki, sum talar fyri at seta fleiri fólk á B 6.

?Ingun Gaardbo sigur púra greitt, at verða ikki fleiri fólk sett, standa uppsagnirnar við og so koma vit ikki aftur.

Leiðslan á Landssjúkrahúsinum vísir í tíðindaskrivinum á fleiri tiltøk, sum eru sett í verk fyri at bøta um umstøðurnar á B 6.

?Tað er rætt, at fleiri tiltøk eru sett á eitt pappír. Men tey eru aldrin sett í verk á deildini, sigur Ingun Gaardbo í eini stuttari viðmerking, beint áðrenn blaðið fór til prentingar

Eitt nú er seingjatalið sett niður í 18. men tað hjálpir lítið, tá ið sjúklingar liggja á gongini.

Leiðslan á Landssjúkrahúsinum vísir eisini á, at á B 6 hava tey 0,91 starvsfólk fyri hvørja song á deildini. Í Danmark hava tey 0,8.

?Hetta er ikki rætt. Nógva staðni í Danmark hava tey 1,1 starvsfólk fyri hvørja song.

Tað ber heldur ikki til at samanbera viðurskiftini, tí í Føroyum er stórt trot á røktarheimsplássum og døgnrøktarskipan og tí liggja nógv fólk á B 6, sum av røttum ikki hoyra heima her. Tann, sum hevur verið longst á B 6, hevur ligið har í hálvttriðja ár.

? Tí er arbeiðið hjá okkum nógv tyngri og kann tí á ongan hátt samanberast við eitt danskt sjúkrahús,tí har eru heilt aðrar umstøður.

Í Danmark betalir kommunan eisini, hvørja ferð, ein røktarsjúklingur liggur á sjúkrahúsi.

? Tað nyttar onki at seta tøl upp, uttan at hyggja eftir veruleikanum. Vit kunnu hava 30 sjúklingar og tða er nóg mkið við fýra fólkum. Vit kunnu eisini hava 15 sjúklingar og tað er ikki nóg mikið við seks fólkum. À Landssjúkrahúsinum er arbeiðsbyrðan nógvar ferðir tyngri enn á einum donskum sjúkrahúsi, tí sjúklingarnir krevja meiri røkt, sigur Ingun Gaardbo.