Ayr United, sum framhaldandi hevur føroyska landsliðsleikaran, Jens Kristian Hansen, í leikarahópinum, leikti leygardagin á heimavølli móti Clydebank, sum liggur aftast í næsbestu skotsku deildini.
Úrslitið gjørdist ein greiður 4-0 sigur til heimaliðið, men tølini snýta kanska nakað, tí tá tíggju minuttir vóru eftir at leika, var tað bert eitt mál á muni millum liðini. Tað var Glynn Hurst, sum um miðjan fyrra hálvleik legði Ayr fram um. Í 80. minutti økti David Craig til 2-0 áðrenn Hurst við stuttum millumbilum skeyt Ayr upp á 3- og 4-0.
Tosaði við leiðsluna í gjár
Jens Kristian Hansen, sum hugdi at dystinum frá áskoðaraplássunum segði við Sosialin, at talan var als ikki um tað stóra fótbóltsupplivilsi. Clydebank eru langt aftasti í deildini, og sambært føroyska leikaranum høvdu teir valla staðið seg í bestu føroysku deildini. Heldur ikki var hann nøgdur við spælið hjá liðfeløgunum, men sum hann sigur, so komu stigini kortini til høldar.
Sum nevnt, so var Jens Kristian ikki millum leikararnar á vøllinum í dystinum leygardagin, og tá vit í gjár tosaðu við hann, var hann júst á veg til venjingardyst við eykaliðnum, sum skuldi spæla móti eykaliðnum hjá Hearts, sum annars telist millum feløgini í skotsku Premier League.
Enn er framhaldandi lagnan hjá føroyska landsliðsskiparanum ikki avgreidd við 100% vissu, men eftir ætlan skuldi hann tosa við leiðslu felagsins eftir dystin, t.v.s seinnapartin í gjár. Skal nakar sáttmáli spyrjast burtur úr leigumálinum við skotarnar, frættist helst um hetta ein av komandi døgunum, tí leigumálið rennur út saman við hesum mánaðinum.
Áður hevur Jens Kristian givið til kennar, at hann helst vendur aftur til B36 tá leigumálið er runnið, men meira frættist helst um hetta ein av komandi døgunum.