Axiam – mikrobilur til býkoyring

Hóast fronsku mikrobilarnir Aixam, sum bert kunnu koyra 45 km/t, í grannalondum okkara verða ES-typugóðkendir sum knallertir ella skutarar, er tað sama ikki galdandi her hjá okkum, orsakað av at teir hava fýra hjól

Aixam eru smáir franskir mikrobilar, sum bert kunnu koyra upp til 45 km/t. Í fleiri londum eru teir ES-typugóðkendir og skrásettir sum knallertir ella skutarar og verða sostatt nógv bíligari enn vanligir bilar. Men orsakað av at teir hava fýra hjól, kunnu teir ikki skrásetast sum knallertir ella skutarar her hjá okkum, hóast førarin skal hava koyrikort til persónbil fyri at koyra teir.


Aixam eru ES-góðkendir í Norra at skráseta sum knallert ella skutari, men sambært føroyskari lóg kunnu teir ikki innflytast uttan so, at teir verða líka dýrir sum vanligir persónbilar.


Sum tað sæst á myndunum, fæst Aixam í fleiri ymiskum modellum sum líkjast vanligum bilum við øllum vanligum hentleikum sum t.d. trygdarbeltir o.a, sum vanligir bilar hava.


Men Aixam er ikki ein heilt vanligur bilur, tí hann kann bert koyra 45 km/t. Motorurin 2 syl. (á rað) bensin við 5,4 hk (DIN) við 3.200 snún/min. Aixam fáast í fleiri ymiskum utgávum, bæði sum hatchback og við last sum eisini kann innilokast. Teir eru sera smáir, undir tríggjar metrar langir og minni enn hálvan annan metur breiðir. Teir viga ikki meira enn 350 kg.


Eitt hjól ov nógv


Fyri nøkrum árum síðan varð ein roynd gjørd við at kanna møguleikarnar fyri innflutningi av Aixam til Føroyar. Viðkomandi sendi umsókn til Vinnumálaráðið og táverandi Bileftirlitið (nú Akstovan) um loyvi til innflutning av Aixam.


Bileftirlitið svaraði, at grundreglan í lógini er, at akfar sum hevur fýra hjól er at rokna sum bilur, og tí verður Axiam at rokna sum bilur. Skrásetingargjaldið fyri akfar við fýra hjólum er fleiri ferðir størri enn t.d. fyri skutarar ella knallertir.


Í Norra er Aixam ES-typugóðkendur sum knallert, men kravið er, at førarin hevur koyrikort til bil. Norsku myndugleikarnir hava gjørt tað møguligt, at skrásetingargjaldið er sum á vanligum knallertum og skutarum, men Aixam skal uppfylla somu krøv og trygdarkrøv sum vanligir bilar.


Niðurstøðan er sostatt tann, at her hjá okkum hevur Aixam eitt hjól ov nógv til at verða verða skrásettur sum skutari ella knallert, hóast hann bert kann koyra 45 km/t.

Hevði hann havt trý hjól, var trupulleikin loystur.


Aixam-Mega er ein bilverksmiðja í Aix les Bains í Savoie í Fraklandi, sum er

stovnað í 1983 og hevur spesialiserað seg í framleiðslu av mikrobilum.