Axel Tórgarð deyður

Axel Tórgarð, fyrrverandi útvarpsstjóri og prestur, er deyður, 87 ára gamal. Tað veit heimasíðan hjá útvarpinum hjá Kringvarpinum at siga nú seinnapartin. Axel var prestur í Havn, tá hann varð biðin um at verða fyrsti stjórin í Útvarpi Føroya, sum fór undir sendingar 6. februar í 1957. Hann var útvarpsstjóri til 1960, tá hann gjørdist prestur í Kvívík. Í 1979 kom Axel aftur til Havnar, og var prestur til 1989.

Axel skrivaði nógv og gav fleiri bøkur út. Á eldri árum fór hann at týða klassiskar bókmentir úr enskum og úr grikskum. Kendar eru bøkurnar um Hobban og Ringanna Harra eftir Tolkien, og sjónleikurin Antigone eftir Sofokles.

Hann yrkti eisini tættir til V4-sendingarnar í útvarpinum, og tikið verður til, hvussu væl tað lá fyri hjá honum at yrkja, tí mangan var tíðin stutt frá tí, at hann varð biðin at yrkja, til tátturin varð framførdur.

Axel Tórgarð fekk bókmentavirðisløn M.A. Jacobsens í 1990. Í 1994 fekk hann heiðursgávu úr Grunni Kristians á Brekkumørk, og hann gjørdist heiðurslimur í Rithøvundafelagnum í 2008.

Tað er heimasíðan hjá útvarpinum hjá Kringvarpinum, sum ber hesi tíðindi nú seinnapartin.