Axel Olsen 90 ár

Mánadagin 25. august fyllir Axel Olsen á Toftum 90 ár.

Axel er toftamaður, foreldrini vóru Elisabeth, f. Hansen, úr Túni, og Guttorm Olsen, av Regni, bæði av Toftum.
Axel er útbúgvin motorpassari, hevur siglt sum motorpassari og havt bát sjálvur. Hann hevur róð út og siglt við fólki og frakt millum Toftir og onnur pláss í Føroyum. Eisini hevur hann havt egnan hýruvogn. Hann var í mong ár røktingarmaður á Mýrunum við Toftavatn og í Svínáum. Hetta starv røkti hann til fyri fáum árum síðan. Hóast høgan aldur koyrir hann enn bil og er livandi áhugaður í tí sum fyriferst í samfelagnum.
Axel giftist í 1935 við Nannu, f. Højgaard, av Toftum, og tey fingu fimm børn. 22. oktober í 2000 kundu tey halda krúndiamantbrúdleyp, tá tey høvdu verið gift í 65 ár. Nanna andaðist 10. apríl 2003, 87 ára gomul.
Tey munnu vera fleiri, sum komast við, tá ið nevnt verður at Axel, fyri eini 10 árum síðan í fleiri sendingum í útvarpinum, nágreiniliga og hugtakandi greiddi frá pørtum av sínum langa lívi.
90 ára føðingardagurin verður hildin sunnudagin 24. august á Svangaskarði, har høvið verður at heilsa uppá Axel frá kl. 17-21.