Bátaídnaður
Gongst, sum AWI-Boats í Runavík ætlar, fer virkið undir at selja størri skjóttgangandi glastrevjabátar, áðrenn langt um líður.
Úr Runavík verður sagt, at felagið hevur gjørt avtalu við kanadiska bátafyritøku um sølu av glastrevjabátum úr 40 upp í 52 fót.
Kanadiska fyritøkan byggir glastrevjabátar, ið eru størri enn teir, sum bygdir verða í Føroyum, og kanadisku bátarnir eru eisini rættiliga skjóttgangandi.
Fleiri valmøguleikar
AWI-Boats í Runavík siga tey, at kanadiska fyritøkan hevur fingið fleiri fyrispurningar, bæði úr Føroyum og øðrum londum, um størri bátar enn teir, sum AWI-Boats byggir í løtuni.
- Við hesi avtalu hava vit møguleikar at veita okkara viðurskiftafókum ? verandi og komandi - fleiri bátar at velja ímillum, siga tey á AWI-Boats.
Ætlandi verða kanadisku bátarnir seldir undir sama leisti sum bátarnir hjá AWI-Boats annars.