AWI byggir alibátar

Bátaverksmiðjan AWI Boats í Runavík hevur nú bygt hin seinna alibátin til alifelagið, Marine Harvest. Báturin, sum er 35 føtur langur og 3,40 metrar breiður, er nakað størri enn hin fyrri, sum varð latin eigarunum fyrr í hesum árinum.

Nýggi alibáturin, sum hevur eina Volvo Penta maskinu á 280 HK. og gongur 14,5 sjómíl. Hetta er meiri ein service-bátur, sum skal brúkast til at hava eftirlit við aliringunum og kanska til lættari viðlíkahald.

Aðalstein Anthoniussen vísir á, at alibátarnir, sum AWI Boats hevur bygt, eru væl og virðiliga kappingarførir í prísi við aðrar bátar av somu stødd.

- Jú, vit hava merkt ein ávísan áhuga fyri hesum bátum millum onnur alifeløg eisini, og vit vóna, at bygging av alibátum til tænastuvirksemi hjá alifeløgunum kann gerast ein marknaður hjá okkum.

Hann vísir á, at soleiðis, sum gongdin hevur verið hjá føroysku útróðrarvinnuni seinnu árini, er ikki líkt til, at eftirspurningurin eftir nýggjum útróðrarbátum fer at veksa nakað serligt aftur í bræði.

- Vit hava bygt ein hóp av útróðrarbátum - í nógvum ymiskum støddum - gjøgnum árini, men í løtuni er líkt til, at stígur er í eftirspurninginum, sigur Aðalstein Anthoniussen.

Men AWI Boats hevur ikki bara bygt útróðrarbátar til føroyskar útróðrarmenn. Longu í sjeytiárunum bygdi bátavirkið fleiri 23 fót stórar útróðrarbátar til Grønlands, og síðan í endanum av áttatiárunum hevur virkið bygt einar 40 útróðrarbátar av støddini AWI 33 til Grønlands.

Aðalstein Anthoniussen metir, at bátavirkið tilsamans hevur bygt einar sjeyti útróðrarbátar til Grønlands gjøgnum hesi ár.

- Men fyri nøkrum árum síðan broyttist fíggingarmynstrið í Grønlandi, soleiðis at teir, sum fíggjaðu bátarnar, fóru at krevja meiri eginpening.

Hann vísir á, at føroysku AWI-bátarnir eru væl umtóktir og hava gott orð á sær í Grønlandi, og fyrispurningar koma javnan úr Grønlandi um bátarnar.

- So, vit vóna, at hesin marknaður fer at koma aftur í aftur, leggur Aðalstein Anthoniussen aftrat.

Myndina av alibátinum hevur Torleif Johannesen tikið.