Landsstýrið hevur í morgun gjørt greitt, at ætlanin er ikki at steingja fyri óneyðugari flogferðslu um Vága floghavn. Hetta merkir, at øll ferðandi í roynd og veru sleppa ótarnað at taka coronasmittuna við sær til Føroya - og tey verða ikki eingongd kannað.
Avgerðin um ikki at steingja fyri flogferðsluni hevur fingið fleiri at reisa seg úr stólinum, og ein teirra, ið stúrir í hesum sambandi, er Helga Bára Mohr Vang. Hon eigur tvey sjúk foreldur, og hon hevur tí lagt eini boð út á Facebook, har hon kemur við einari áhetian til øll tey, sum ætla sær heim úr Danmark og aðrastaðni. Aftrat boðunum hevur hon lagt eina mynd av foreldrunum - myndin sæst omanfyri.
– Hetta er pápi mín. Hann fekk influensa fyri tveimum árum síðani. Hann var ein frískur 66 ára gamal maður. Aftaná at hava verið sjúkur í eina viku, varð hann lagdur í koma. Har bardist hann í 5 vikur fyri sínum lívi. Aftaná hevur hann fingið stóran skaða á lunguni, og hansara lív er kollvelt, sigur hon.
– Hin persónurin á myndini er mamma mín. Í heyst bleiv hon sjúk við krabbameini og hevur verið í gjøgnum kemo og strálur síðstu tíðina, sigur Helga Bára Mohr Vang.
Hon hevur eina vón:
– Nú hevur løgmaður og heilsumálaráðharrin sagt, at tað er ábyrgdin hjá teimum veiku at verja seg sjálvi, og tey heita á tey ferðandi úr Danmark at fara í sóttarhald. Eg vóni virkuliga, at øll gera, sum verður heitt á, soleiðis at vit saman verja tey veiku. Og so vil eg gjarna, sum avvarðandi til veik fólk, heita á løgmann at nýta sín mynduleika og steðga óneyðugari ferðslu millum Føroya og Danmark, skrivar Helga Bára Mohr Vang.
Nógvir føroyingar taka undir við henni, og hetta uppslagið er í skrivandi stund blivið deilt meira enn 760 ferðir á Facebook.