- Tað er rætt, at vit skriva vinnubrøv út, sum bert eru galdandi í Føroyum, men øll vinnubrøv verða skrivað út eftir nágreiniligum reglum og kunngerðum.
Tað sigur Karl Joensen, stjóri á Arbeiðseftirlitinum.
Hann sigur, at tá nýggja lógin um kaving kom í gildi í 2007 kom eisini ein kunngerð um, at allarflestu av minstu vinnubrøvunum, tey ið geva loyvi niður á 12 metrar, falla burtur innan eitt fimm ára tíðarskeið.
- Eg vil siga, at undan 2007 vóru krøvini til útbúgvingina sum kavari ógvuliga smá, men við broytingini í lógini varð strammað munandi upp. Við kunngerðini, sum kom í 2009, mistu teir báðir táverandi kavaraskúlarnir, Vaktar- og Bjargingartænastan og Føroya Kavaraskúli, sína góðkenning, sigur Karl Joensen.
Hann heldur ikki, at nakað er galið við nýggja skúlanum, sum hevur fingið góðkenning.
- Eg haldi, at kavaraskúlin í Klaksvík er fult út skikkaður til sítt virksemi. Sjálvandi, kann nakað annað prógvast, er støðan jú ein onnur, sigur Karl Joensen.
Hann vísir annars á, at tað ikki er Arbeiðseftirlitið sum so, men ein trímananevnd, sum stendur fyri øllum góðkenningum á kavaraøkinum.
Hann vísir eisini aftur, at Arbeiðseftirlitið ikki skal hava verið at tosa við, tá vinnukavarar hava gjørt vart við seg.
- Vit hava hildið fundir við teir eins og við øll onnur, sum heita á okkum, sigur Karl Joensen.
Viðvíkjandi útbúgvingini hjá sløkkiliðsmonnunum hjá Tórshavnar kommunu sigur hann, at tann útbúgvingin var góðkend av danska Søfartsstyrelsen, og at føroyska arbeiðseftirlitið ikki hevur nakra orsøk at ivast í slíkari góðkenning.
- Men skal nakað broytast má tað verða umvegis politiskan viljan. Vit umsita bara tær lógir og kunngerðir, sum eru, sigur Karl Joensen.
Stjórin á Arbeiðseftirlitinum leggur stóran dent á, at tann útbúgvingin, sum fæst í Føroyum, bert umfatar tey sonevndu B-vinnubrøvini, og ikki tey nógv meiri umfatandi A-vinnubrøvini.
- So eg meti tað vera fult forsvarligt, tað sum vit gera, sigur Karl Joensen.
Hann viðgongur tó, at teir ikki hava orku til at kanna, um kavarar halda seg til tey loyvir teir hava.
- Vit hava gjørt onkrar kanningar, tó ikki við aliringar. Eg kenni heldur einki ítøkiligt dømi, har kavarar ikki halda seg til síni loyvir, sigur Karl Joensen, stjóri á Arbeiðseftirlitinum.









