Avvísir at talan er um herferðir

Heðin Mortensen, tingmaður Sambandsfloksins, setti á tingfundinum mikudagin, Høgna Hoydal, landsstýrismanni munnligan fyrispuring um fullveldisætlanina.

Heðin Mortensen vildi hava at vita, hvussu nógv fólk eru í starvi hjá landsstýrinum í sambandi við fullveldisætlanina, um fólk eru sett í starv í Danmark at føra herferð fyri fullveldisætlanini, hvat endamálið hjá landsstýrinum er í sambandi við Internetherðferðina. Eisini spurdi tingmaðurin landsstýrismannin í sjálvstýrismálum, hvussu nógv fullveldisætlanin higartil hevur kostað, og hvussu nógv fullveldisherðferðin frameftir fer at kosta.


Eingin herferð

Høgni Hoydal sigur í svari sínum til Heðin Mortensen, at tvey fólk eru beinleiðis í starvi hjá landsstýrinum í sambandi við sjálvstýrismálið.

Afturat hesum er eitt starvsfólk keypt leyst til at arbeiða við sjálvstýrismálum svarandi til eitt hálvt ársverk. Afturat hesum eru átta embætisfólk á Løgmansskrivstovuni, sum meira og minni arbeiða við sjálvstýrismálum.

? Høgt sett kann sostatt verða mett, at tann orka sum hesar seinastu mánaðirnar er nýtt til sjálvstýrismál, svarar til at 5 fólk arbeiða mest sum burturav við sjálvstýrismálum. Herafturat kemur so fulltíðarstarvið sum grundlógarnevndarskriv-ari, sigur Høgni Hoydal í svarinum.

Høgni Hoydal sigur, at eingin kunningarherferð fer fram í Danmark, og landsstýrismaðurin avvísir eisini, at landsstýrið førir internetherferð fyri fullveldinum. Harafturímóti hevur landsstýrið upplýsir um fullveldisætlanina á internetinum, og talan er um sakligar upplýsingar.

Høgni Hoydal upplýsir, at í fíggjarárinum 1998 vórðu 463.000 kr nýttar til sjálvstýrismál. Í1999 5.441.000 kr, og í ár eru 321.000 kr higartil nýttar.

- Sjálvstýrismál hava higartil kostað 6.225.000 kr; meðan økið við árslok fer at hava kostað 10.984.000 kr hesi 3 árini tilsamans, sigur landsstýrismaðurin.