Skaðin gjørdist duppultur hjá B68 í dag. Sjálvir taptu teir 0-3 ímóti KÍ, og samstundis tapti Skála 0-1 ímóti TB, sum merkir, at B68 nú er heili 10 stig undir niðurflytingarstrikuni.
Oddur Højgaard, verjuspælari hjá B68 heldur, at avtalurnar slettis ikki hildu hjá B68-spælarunum. Í heilum fóru tveir spælarar hjá teimum eftir sama bólti, og nógv hekk ikki saman hjá B68 í dag.
Hóast 10 stig eru upp til bjargingina, so trýr Oddur Højgaard framvegis uppá, at B68 kann bjarga sær. Tað skal serliga gerast, tá B68 møtir hinum liðunum í tyngra endanum av effodeildini.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge hevði við Odd Højgaard beinleiðis á Rás2. Samrøðan var gjørd aftaná 0-3 tapið hjá B68 ímóti KÍ fyrr í dag.