fótbóltur
Tað hevur leingi ligið í luftini, at venjarin hjá KÍ komandi árið fór at verða Kurt Mørkøre. Tað eru longu einir tveir mánaðir síðani, at KÍ boðaði frá, at venjari varð settur, men at navnið á hesum ikki kundi kunngerast. Eftir dystin hjá føroyska landsliðnum í Slovenia váttaði Kurt eisini fyri Sosialinum, at hann var í samráðingum við KÍ.
Fyrst hevur tó verið neyðugt at fingið øll viðurskifti hjá Kurt í rættlag, men nú hevur heimasíðan hjá KÍ so boðað frá, at tað verður lokala hetjan, sum komandi árið skal taka sær av liðnum.
Í fyrsta umfarinum verður talan um ein eitt-ára sáttmála.