COP15
Rógvi Nybo
rogvi@sosialurin.fo
Føroyska uppskotið til minking av CO2 útláti upp á 20 prosent innan 2020, kundi verið munandi meira optimistiskt. Tað heldur Vilhjálmur Nielsen, sum er orku- og veðurlagsráðgevi, og hevur kjarnuførleikar innan millum annað orkupolitikk, Kyoto, útlát, umhvørvisárin og orkukostnað.
Hann sigur, at tað er ikki tøkniliga ómøguligt at minka um útlátini við meira enn 20 prosentum, men at tað meira er politiskt ómøguligt.
- Um føroyska uppskotið er eitt gott uppskot, tað veldst um, um tú fert í smálutirnar ella ikki. Tað avgerandi har er, hvat tú ger aftaná. Hetta er fyrstu ferð, at eitt samt Løgting sigur, at Føroyar skulu binda seg langsiktað upp á at minka um CO2 útlátið. Og har stendur eisini, at man skal fylgja tí annaðhvørt ár, at gera tær broytingar, sum skulu til. Ein partur av tí, sum er, er at har stendur ógvuliga lítið um fiskivinnuna. Men har kemur tað at henda kortini, og við tí tøknimenningini, sum man kann gera har, og sum kortini fer at vera. Um vit høvdu lagt okkum fast, og sagt, at hetta vilja vit gera, so høvdu vit staðið ógvuliga sterkt, tí tað ger eingin annar, staðfestir Vilhjálmur Nielsen.
Avtalan kemur í hús
Hann hevur í vikuni verið á veðurlagsráðstevnuni í Keypmannahavn, har hann hevur umboðað BlueGreenFuture, og hann hevur, sum vera man fylgt væl við gongdini.
Hann er eisini sannførdur um, at ein avtala kemur í hús í Keypmannahavn.
- Har verður so ein avtala gjørd. Og tað verður sagt, at hon verður góð. Tað ber ikki til, at hava so nógv fólk á hasum stignum samlað saman, uttan at okkurt skal eitast at verða komið burturúr. Og tað avgerandi er, at tá tey so siga, at hetta er ein góð avtala, so noyðast tey eisini at syrgja fyri, at tað framyvir kemur at vísa seg sum, at tað er ein góð avtala, sigur Vilhjálmur Nielsen.










