Avtalan hevur stóran týdning

- Vit vænta, at samráðingar skjótt verða um broytingar í handilsavtaluni millum Føroyar og Bretland, sigur Føroya Arbeiðsgevarafelag.

- Bretland er ein av teimum týdningarmiklu marknaðunum hjá føroyskari útflutningsvinnu, og innflutningurin úr Bretlandi hevur eisini verið veksandi seinastu árini. Fríhandilsavtalan, sum er gjørd við Bretland, líkist fríhandilsavtaluni við ES við teimum avmarkingum, sum eru í hesari.

 

Tað sigur Føroya Arbeiðsgevarafelag í dag, sum eisini sigur seg vænta, at samráðingar skjótt verða um broytingar í handilsavtaluni millum Føroyar og Bretland, soleiðis at onkrar av teimum forðingum, sum eru “arvaðar” frá fríhandilsavtaluni við ES, eisini kunnu verða loystar

 

Felagið vísir á, at tær avmarkingar, sum Føroyar hava í handilsavtaluni við ES, eisini eru at síggja í avtaluni við Bretland, eitt nú viðvíkjandi tollfríu kvotunum, og felagið heldur fyri, at tíverri eru tollfríu kvoturnar, sum ikki fáa álagdan toll til Bretlands, samsvarandi minni í nýggju handilsavtaluni.

 

Hetta kundi Føroya Arbeiðsgevarafelag sjálvandi ynskt ikki var so, tí tað hevur stóran týdning fyri føroyskar fyritøkur, at tað er fríhandil á so nógvum vørum sum gjørligt. Hinvegin sigur felagið seg eisini skilja, at støðan nú so stutt uppundir Brexit er óvanlig, og at stundir ikki hava verið hjá bretsku stjórini at samráðast um handilsavtalurnar av nýggjum.

 

Føroya Arbeiðsgevarafelag sigur seg tó vænta, at samráðingar skjótt verða um broytingar í handilsavtaluni millum Føroyar og Bretland. Eitt nú er upplagt, heldur felagið, at felagsnevndin millum Føroyar og Bretland hyggur upp á tollfríu kvoturnar og aðrar viðkomandi handilsforðingar, sum forða fyri samhandli millum londini.