Avtalan býtir Hvíta økið í helvt

Marknaavtalan millum Føroyar og Bretland var løgd fyri tingið í gjár

Seinnpartin í gjár varð marknaavtalan millum Føroyar og Bretland løgd fyri løgtingið. Sambart avtaluni verður tað stóra stríðsøkið »Hvíta sonan« býtt í umleið helvt til hvønn partin. Tvs. at landgrunnsmarkið fer at ganga umleið miðskeiðis gjøgnum hesa sonuna teir umleið 1000 kilometrarnar.

Tann lítla gráa sonan eystanfyri uppá knappar 200 kvkm. fellur í okkara lut, meðan tann stóra gráa sonan ha suðuri verður býtt í lutfallinum 14% til føroyingar og 86% til bretar. Her verður tó felags fiskivinnumark sum higartil.

Ein minni grá sona har vesturi verður býtt millum partarnar.

Á tíðindafundi í gjár greiddi løgmaður frá avtaluni. Og vórðu kort latin pressuni. Vit prenta tvey teirra í dag, umframt eitt kort (ovast í høgra horni) sum Sosialurin sjálvur hevur gjørt út frá teimum okkara egnu metingum við at hava fylgt málinum øll hesi árini. Hetta kortið vísir, hvussu langt inni á føroyska landgrunninum upprunaliga bretska kravið gekk.