Avtalað spæl rakar eisini Norðurlond

Spælarar í Danmark og Svøríki hava eisini fingið bjóðað pening fyri at tapa.

Eftir øllum at døma er avtalað spæl ein stórur trupulleiki kring allan heimin. Ein gøla innan tennisheimin kom undan kavi í gjár, tá ið BBC avdúkaði, at tað sambært skjølum, teir hava fingið fatur á, er nógv avtalað spæl innan tennis.


Sambært BBC er størsti ólógligi peningastreymurin í Russlandi og í Italia, men helst er trupulleikin meiri útbreiddur enn so, tí sambært tíðindum, sum eru komin fram í dag, so rakar avtalað spæl eisini Danmark og Svøríki.


Kenneth Carlsen, sum er fyrrverandi tennisspælari á hægsta stigi, sigur við DR, at danskar kappingar eisini hava verið merktar av í øllum førum tilboðum um avtalað spæl. Hann veit um sokallaðar future-kappingar, har allir luttakararnir hava fingið tilboð.


Eisini svenska Sofia Arvidsson hevur givið viðmerkingar til gøluna, sum BBC hevur avdúkað. Hon greiðir frá, at hon einaferð fekk bjóðað 300.000 dollarar - t.e. 2,05 milliónir krónur - um hon tilætlað lat seg tapa ein dyst.