Avtala millum Fjølrit og Tórshavnar kommunu um er nú undirskrivað. Avtalan er um nýtslu av vardum verkum, og í Tórshavnar kommunu kunnu nú skúlar og aðrir undirvísingarstovnar í kommununi nú lógliga avrita vard verk til brúk í undirvísingini. Hetta skrivar Tórshavnar kommuna í morgun.
Fjølrit er meginfelag hjá feløgum, sum umboða rættindahavar, tá ið verk, vard av lógini um upphavsrætt, verða nýtt. Brúk merkir øll endurgeving – ljósriting, avriting, fjølriting og onnur margfalding av vardum verkum, tað veri seg við framførsla, útgáva ella framleiðsla, sama hvar, hvussu ella í hvørjum sniði verkið er skapt ella er til taks.
Avtalan millum Tórshavnar kommunu og Fjølrit er ein royndarskipan, sum er galdandi í tvey ár. Avtalan kostar 200 krónur fyri hvønn ársnæming í fólkaskúlanum, og hon tryggjar, at upphavsrættarfólk fáa gjald fyri nýtslu av sínum verkum.