Avtala byggir brýr

Nýggja samstarvsavtalan millum Landssjúkrahúsið og Fróðskaparsetur Føroya skal byggja brýr millum tað meira ítøkiliga arbeiðið við menniskjum á sjúkrahúsinum og tað akademiska umhvørvið á Setrinum. Tað sigur sjúkrahússtjórin. Nýggja samstarvið fær væntandi stuðul úr Sjúkrakassagrunninum

Ingolf S. Olsen

Samstarvsavtalan, sum 31. mars varð gjørd millum Lands­sjúkrahúsið og Fróð­skap­ar­setur Føroya, stað­fest­ir og formaliserar í stóran mun bara tað samstarvið, sum leingi hevur verið, ser­liga innan útbúgving av sjúkra­røkt­ar­frøðingum. men avtalan byggir eisini brýr mill­um stovnarnar og gevur av­bjóð­ing­ar til báðar partar. Og úrslitið skal helst verða, at báðir stovnarnir verða lyft­ir upp í dygd.
Tað sigur Sigurð Ó. Vang, stjóri á Landssjúkrahúsinum, sum eisini væntar, at av­tal­an fer at kunna vaksa um áhugan hjá læknum at søkja sær starv á Lands­sjúkra­húsi­num.
- Endamálið er jú at menna bæði ta heilsu­vís­un­da­ligu gransk­ing­ina og útbúgvingarnar inn­an heilsuøkið. Serliga tað yngra ættarliðið av lækn­um spyr eftir gransk­ing­ar­møguleikum, so kunnu vit kalla okkum eitt undir­vís­ingar­sjúkra­hús og bjóða tað, so verður tað helst eisini lætt­ari at draga læknar til okk­um.
- Samstarv av hesum slag­num betrar eisini dygdina í okkara viðgerðum. Eg vil lýsa tað soleiðis, at um vit ikki bæði undirvísa, menna og granska, so verða vit við tíð­ini verri fyri at viðgera okk­ara sjúklingar, sigur Sigurð Ó. Vang.

Sjúkrakassa-stuðul
Tað er frammanundan næst­­an vist, at tað eisini verða peng­ar til hetta nýgg­ja sam­starv­ið úr Sjúkra­kassa­grunninum, hvørs fæ Gransk­ingarráð­ið júst hev­ur fingið at um­sita. Tí sam­starv­ið er bei­n­leiðis nevnt í høvuðs­øki 3 í ásetingunum fyri, hvussu fæið skal brúk­ast.
Ítøkiliga er ætlanin, at Landssjúkrahúsið og Fróð­skap­ar­setrið saman seta felags vísindalig starvsfólk, til dømis kliniskan lektara.
- Soleiðis kunnu vit bygg­ja brýr millum tað ítøki­liga arbeiðið og prakt­isku royndirnar í gerandis­deg­num á Lands­sjúkr­a­­húsi­num og tað meira aka­dem­iska læru­­stovns­um­hvørvið á Setrinum, har fylgt verður við tí nýggja, sum rørir seg, sig­ur sjúkrahússtjórin.
Á Fróðskaparsetrinum er ambisjónin einaferð at kunna bjóða lesandi eina læknavísundaliga grund­út­búgving, og í tí sambandinum skal ein arbeiðsbólkur sam­bært nýggju avtaluni setast at lýsa, hvussu ein slík út­búgving kann skipast.

Framsøkin ætlan
Sjúkrahússtjórin heldur, at talan er um eina spennandi og framsøkna hugsan.
- Eg havi spurt meg fyri hjá læknum á sjúkrahúsinum, og er respekt fyri ætlanini. Teir síggja í øllum førum onki skeivt í, at fortreytirnar fyri einari slíkari útbúgving verða lýstar.
- Vit gjalda framm­an­und­an rættiliga fitt av pen­ingi gjøgnum ÚSUN-lestr­ar­stuðulsskipanina til føroysk læknalesandi uttan­fyri Norð­ur­lond, eitt nú í Pól­landi, har einir 30 før­oy­ingar lesa til lækna. Tað er helst ikki óhugsandi, at fleiri av hesum høvdu valt at byrja útbúgvingina her heima, um møguleiki var fyri tí, sigur Sigurð Ó. Vang.
Stuðulin úr Sjúkra­kassa­grunninum er avmarkaður til nøkur ár og verður ikki varandi, so nýggja sam­starvs­av­talan og tey ítøkiligu sam­størv­ini, ið spretta úr henni skulu hava fígging.
Málið er at gerast alsamt betri at søkja uttan­hýsis fígging. Innan ver­andi rakstrarkarmar verð­ur trupult sum støðan er. Eg kann við vissu siga, at onki verður tikið frá sjúk­linga­deildunum or­sak­að av samstarvinum við Fróð­skap­ar­setrið, sigur Sigurd Ó. Vang.

Fakta
Endamálsorðingin í samstarvsavtaluni millum Fróðskaparsetur Føroya og Landssjúkrahúsið er soljóðandi:
Endamálið við hesi avtalu er at menna heilsuvísundaliga gransking, menning og útbúgving í Føroyum. Avtalan skal skipa samstarvið millum LS (Landssjúkrahúsið, red.) og Setrið við greiðum ásetingum viðvíkjandi innihaldi og mannagongdum og verða ein karmur um víðari menning av samstarvinum.