Heðin D. Poulsen, limur í landsnevndini hjá Sjálvstýrisflokkinum og valevni
-----------------------------
Bara í almennum lønum kostar almenna rúsdrekkasølan árliga 12 milliónir at reka, og eru samlaðu útreiðslurnar hjá almennu brennivínssøluni yvir 100 milliónir árliga. Tað er burturvið at spara í almannaverkinum, heilsuverkinum og innan útbúgving, tá so nógvir pengar kunnu sparast við at avtaka almennu brennivínssøluna.
Rúsan tálmar ikki nýtsluni
At tað almenna skal standa fyri og skipa søluna av brennivíni er absurd. Uppgávan hjá tí almenna liggur í vælferðaruppgávum, ikki í brennivínssølu. Hugskotið um, at Rúsan skuldi hava eina tálmandi ávirkan á rúsdrekkanýtsluna er ikki veruleikin í dag, tá tað so einfalt ber til at fáa fatur á rúsdrekka, sjálvt hjá teimum sum liggja rúsaði heima við hús.
Hugburðurin tálmar nýtsluni
Í miðlunum hava vit hoyrt løgregluna greitt frá, hvussu friðarlig ólavsøkan hevur verið, og er tað eyðsæð, at nýtslumynstrið er broytt. Tað er ikki longur neyðugt hjá føroyinginum at fara í býin á ólavsøku bjálvaður við øl og brennivín, tí nú ber til at keypa tað ein vil av sterkum í býnum. Við at liberalisera og sjónligera rúsdrekka er hugburðurin til rúsdrekka broyttur og harvið nýtslumynstrið.
Alment partafelag er ørskapur
Ætlanirnar hjá samgonguni at gera almennu brennivínssøluna um til eitt alment partafelag er ørskapur. Tá almennu virkini í síni tíð vóru umløgd til almenn partafeløg var hetta í eini tilgongd at liberalisera ávísar marknaðir, avtaka monopol og við tí fyri eyga at einskilja almennu partafeløgini seinni.
Einki eftirlit, enn ein almenn nevnd og dýran stjóra
Verður ætlanin hjá samgonguni at gera almennu brennivínssøluna um til eitt alment partafelag, fer hetta at hava fleiri óhepnar fylgjur við sær, tá politiski myndugleikin á henda hátt kann spáka sær undan ábyrgd av hesum viðkvæma málsøki.
Alt verandi alment eftirlit, løgtingsins umboðsmaður, landsgrannskoðari og fyrisitingarlóggávan verður sett úr gildi. Síðani skal enn ein almenn 5 manna nevnd mannast, og frá royndum vita vit, at hesar eru ikki bíligar. Eftir at landsstýrismaðurin hevur sett nevndina, allarhelst eftir tilmæli frá stjóranum, verður lønin hjá stjóranum í Rúsuni neyvan sambært almennum takstum, men ríkur hon allarhelst uppá bankastjóraniveau.
Grundgevingin hjá samgonguni at skipa almennu brennivínssøluna í alment partafelag er, at tað er lættari at reka Rúsuna sum alment partafelag. Um hetta er grundgevingin, so kann alt alment virksemi tað sama skipast í almenn partafeløg.
Eingin fyrimunir við almennum partafelag
Brúkarin, misbrúkarin, tann fráhaldni, eingin fær nakran fyrimun av at leggja Rúsdrekkasølu Landsins í alment partafelag. Tað er einans leiðslan í Rúsuni sum fær fyrimun av einari almennari brennivínssølu skipað í alment partafelag, og so sjálvandi eisini nýggja almenna nevndin.
Heldur skuldi almenna brennivínssølan verið avtikin, og síðani kundu milliónirnar, sum vóru at spara í almennari umsiting verið brúktar til fyribyrging, upplýsing og til tað framúrskarandi arbeiðið ymisku fráhaldsrørslurnar og stovnarnir gera fyri tey, har brennivínið hevur tikið yvir.