Avtaka søluna av tollfríum tubbakki

FYRIBYRGING Karsten Hansen, landsstýrismaður í heilsumálum, fer nú at gera eina roynd afturat at avtaka søluna av tollfríum tubbakki

- Tað er eingin meining í, at tað skal verða loyvt at keypa tollfrítt tubbakk.
Tað heldur Karsten Hansen, landsstýrismaður í heilsumálum.
Hann kannar nú, hvørji tiltøk kunnu setast í verk fyri at minka um roykingina.
Hann vónar verða komin á mál við arbeiðnum nú í summar so at uppskot kunnu leggjast fyri Løgtingið eftir ólavsøku.
Enn dugir hann ikki akkurát at siga, hvørji tiltøk verða sett í verk, men hann hevur fingið sjey tilmæli frá Fólkaheilsuráðnum og arbeiðið, sum hann nú er í holt við, er við grundarlagi í teimum tilmælunum.
Eitt av tilmælunum at strika møguleikan at keypa tollfrítt tubbakk.
Og nettupp hetta hevur hálvavegna verið eitt hjartamál hjá landsstýrismanninum.
- Tað er púra vist, at eitt av tiltøkunum verður at avtaka tollfríu søluna, sigur karsten Hansen.
Hann hevur fleiri ferðir reist málið um at avtaka søluna av tollfríum tubbakki, eisini seinast hann var landsstýrismaður, men hvørja ferð, er tað miseydnaðst.
Eisini ABC samgongan gjørdi eina roynd, men tað endaði við tí salomonsku loysnini, at tubbakksmongdin, loyvt varð at innflyta til Føroya, varð skorin niður í helvt.

Meiningsleyst
Og nú heldur Karsten Hansen, at stundin er komin av avtaka hina helvtina eisini.
Her hugsar hann eisini um møguleikan hjá sjófólki at fáa tubbakk í bonn.
- Í mínum hugaheimi er tað fullkomiliga meiningsleyst, at ein rúgva av føroyingum skal hava høvi til at keypa bíligt tubbakk við sær í land, samstundis sum samfelagið annars brúkar pengar upp á at royna at fáa fólk at leggja av at roykja, og samstundis, sum tosað um at hækka prísin á tubbakki í vanligari sølu.
- Tey, sum ferðast eru tey, sum eru væl fyri – og tey, sum ferðast upp á landsins besta, ofta fleiri ferðir um árið.
- At geva teimum møguleika at keypa tollfrítt tubbakk, samstundis sum øll hini noyðast at rinda fullan prís, er at gera mismun á fólki.
- Tí ætlar Karsten Hansen at avtaka tollfríu søluna fyri at javntseta allar borgarar á hesum øki, sum hann sigur
- Tað er mótstríðandi at leggja orku í at fyribyrgja royking, tí tað er so skaðiligt, samstundis sum vit lata almennan stuðul til tey, sum ferðast, so at tey kunnu keypa tubbakk avgjaldsfrítt, sigur landsstýrismaðurin.
Tað verður mangan ført fram, at verður tollfría sølan avtikin, verður tað eitt stórt bakkast fyri ferðavinnuna?
- Tað er ikki eitt tað einasta eitt ferðafólk, sum kemur til Føroya, tí tey kunnu fáa fimm pakkar av tollfríum sigarettum við sær í land.
- Tey allarflestu av teimum vita ikki av, at tað ber til at keypa tollfrítt, tí tollfrí søla ímillum ES lond er langt síðani avtikin.
Karsten Hansen staðfestir, at tað, ferðafólk gremja seg um í Føroyum, er ikki tollfría sølan, men prísstøðið í landinum sum heild, ikki minst á matstovum og hotellum.
Hann leggur afturat, at er politiskur vilji at stuðla ferðavinnuni, er at gera tað við beinleiðis stuðuli á fíggjarlógini og ikki við at eggja fólki at roykja meir.

Null hugsjón
Karsten Hansen tekur avgjørt undir við Fólkaheilsuráðnum, sum hevur tað visjón, at um nøkur ár skulu Føroyar vera roykfríar.
- Vit arbeiða fram ímóti eini null hugsjón á hesum øki. Tað er ikki lætt, men fáa vit flutt mørkini eitt sindur hvørja ferð, er væl sloppið.
Eitt tilmæli frá Fólkaheilsuráðnum er at hækka prísin á tubbakki 10%, tí tey siga, at tað er greiður samanhangur ímillum prís og sølu.
- Kann tað minka um nýtsluna at hækka prísin, er tað avgjørt eisini ein spurningur, sum avgjørt eigur at verða tikin við.
- Men tað er ørkymlandi at hækka prísin í vanligari sølu, samstundis sum ferðafólk, harav heilt nógv ferðast fyri almenna rokning, skulu sleppa at keypa tubbakk tollfrítt.
Tí heldur hann ikki, at tað ber til at seta prísin upp á landi, samstundis sum at møguleikin at keypa tollfrítt, verður varðveittur.
Karsten Hansen sigur, at nær tiltøkini verða sett í verk, veldst bara um, hvussu arbeiðsorkan í Heilsumálaráðnum verður, men málið hjá honum er.


7 tilmæli
Fólkaheilsuráðið hevur givið landsstýrismanninum í heilsumálum, og samgonguni annars, sjey tilmæli um at avmarka roykingina mest møguligt.
Tey sjey tilmælini eru:

1. Herða ásetingar í reglugerðini um sølu av tubbaki til ung undir 18 ár. Umhugsast eigur at hava serliga loyvisskipan.

2. Prísurin á tubbaki eigur at verða settur upp.

3. Eigur tubbakslógin ikki at verða herd eitt vet, so tað ikki verður loyvt at roykja á skúlans øki ella á økinum hjá barnagarðinum? Endamálið er, at børn skulu ikki síggja lærarar ella námsfrøðingar roykja yvirhøvur.

4. Vit eiga at seta ræðumyndir á sigarettpakkar, akkurát sum tey hava gjørt í Danmark.

5. Tað eigur at verða umhugsað at strika møguleikan at innflyta tollfrítt tubbak, tá man ferðast til Føroya.

6. Ásetingin um serlig roykirúm á privatum arbeiðsplássum eigur at strikast so at øll skulu út at roykja.

7. Í húsum har børn eru í dagrøkt, eigur tað at verða bannað at roykja.