Avtaka kommunurnar?

Eg var í beinleiðis sending í Sjónvarpinum mikukvøldi, har umboð fyri flokkarnar vóru í SALT og tosaðu um útjaðaramenning. Man sleppur bara at tosa í 1-2 minuttir tilsamans, so eg haldi eitt lesarabræv mátti skrivast fyri at grundgeva ordiliga fyri mínum sjónarmiðum.

 

“vit og tit”

Eg og fleiri við mær eru troytt av at føroyskur politikkur í so stóran mun handlar um at býta okkum sundur í “vit og tit”. Hetta “vit og tit” hevur eftirhondini strikað mørkini millum Havn og restina av landinum so markant upp at tað nærmast líkist hatri. Tað gongur ikki ein dagur uttan man skal hoyra um hvussu ræðuliga ónd øll eru í Havn og hvussu synd tað er í útjaðaranum. Hetta er ein av orsøkunum til at eg stilli upp, eg vil sleppa av við “vit og tit” hugburðin og heldur vísa á at vit eru EIN samlað eind: 50.000 fólk á 1.400 ferkilometrum, øll innanfyri ein tíma frá sentrum. Vit eru EIN lítil býur!

Politikarar mugu hava visiónir um framtíðina fyri øll. Um man bara skal hugsa um seg sjálvan og afturval so fær man kanska eina drúgva politiska karrieru við nógvum donskum medaljum, men tað er ikki landinum at gagni. Tá eg havi politiskar tankar, so hugsi eg altíð 50 ár fram. Tá vit eru 50 ár klókari enn vit eru í dag, so eru vit ikki býtt upp í kommunur, vit hava heldur ikki so tunga almenna landsumsiting, vit vita at okkara skattakrónur verða brúktar optimalt uppá dygdargóðar kjarnutænastur, har er fult gjøgnumskygni og onki klandur og oyðsl. Fólk eru fræls og allarhelst hava vit fult ræði á landinum í enn tættari samstarvið við umheimin. Vit hava eitt fjøltáttað vinnulív, sum virkar frítt, har ongin vinna fyllir meir enn 20-25% av útflutninginum. Vit hava ein haldføran búskap, sum tolir einhvørja stresstest.

Hvussu koma vit so hartil, sum eg rokni við at vit fara at enda, og har sum eg vóni at øll onnur ynskja at vit enda? – Og er tað veruliga neyðugt at har skulu ganga 50 ár?? Eg eri ótolin. Tað havi eg altíð verið. Tað er bæði gott og ringt eisini í politikki, men eg haldi sjálvur at hesin eginleiki kann vera góður hjá einum politikara, sum hevur positivar visiónir.

Avtaka kommunurnar og nýggj skip

Tá eg í SALT segði at vit eiga at avtaka kommunurnar, tá meinti eg tað! Tað verður sjálvandi ikki gjørt eftir einum degi og kanska skal man hava nakrar samanleggingar í eini 6-7 eindir áðrenn man tekur stigið fult út. Men eitt, sum eg haldi skal gerast í hesum valskeiðinum er at leggja allan útjaðaran í EINA samlaða eind undir Innlendismálaráðið, sum síðan tekur 10% í umsitingargjaldi. Kommunuskatturin fellur so burtur og eftir stendur at fólk í útjaðaranum hava eitt skattatrýst uppá 30%.

Eg nevndi eisini í SALT at Strandferðslan skal hava 4 nýggj skip innanfyri komandi 5-6 árini. Hesi skip kosta 350 mió. Um tey verða bygd uttanlands, so binda tey ikki arbeiðsmegi, sum privata initiativið hungrar eftir í dag. Tað ber tí til í dag at byggja kanska 2/3 av skipunum í Føroyum, so um vit velja at gera tað, má tað samskipast við privata initiativið, so tað almenna ikki fer at kappast um arbeiðsmegina.

Nú standa vit eftir við at fólk í útjaðaranum hava eitt skattatrýst uppá 30% og spildurnýtt infrakervi. Nú eru fortreytirnar góðar fyri at fara undir eitthvørt virksemi. Ferðavinnan er opinlýst kolossalt potentiali í útjaðaranum og vónandi spíra kreativar og nýggjar vinnur úr hesum møguleikanum. Hetta meti eg er ein verulig broyting í livikorunum í útjaðaranum!

Hvør er so útjaðari? Hvør skal fáa hendan “skattalættan”? Tað er upp til fólkini á ymsu støðunum. Ein bygd í Suðuroy kann vera útjaðari, øll oyggin kann eisini. Smáu oyggjarnar, smáu bygdirnar, tað er frítt upptil tey sum hava hug at fáa møguleikan.

Hetta modellið kann gerast so attraktivt at størri bygdir og býir eisini í framtíðini fara at melda seg uppí. Hetta er ein elegantur máti at samanbinda alt landið. Ein spurningur, sum eg fái er um hvussu vit so fáa lokalu sjónarmiðini hoyrd og vird? Hvat hendur um ein kloakk brestur við Gjógv? Ja, her kann man hugsa um hvussu tað gongur fyri seg í dag. Onkur lokalur persónur finnur útav at okkurt er galið og kontaktar kommunuskrivstovuna. Kommunan hevur ein ingeniør, sum raðfestir og setur í verk at kommunalu arbeiðsmenninir bøta um skaðan. So svarið uppá hetta er einfalt. Persónurin, sum finnur útav at okkurt er galið kontaktar ráðið, sum raðfestir og fær onkran lokalan arbeiðsmann at bøta um skaðan. Minnast skal til at ráðið liggur mitt í landinum, og er tí bara eina tíma burturfrá.

Hini hjartamálini

Eg vil nýta høvið at stutt greiða frá mínum hjartamálum her. Umframt at avtaka kommunurnar og byggja nýggj skip til Strandferðsluna vil eg eisini:

Avtaka Rúsuna og gera nýggja rúsdrekkalóg, tí hon er forðing fyri bæði vinnulívi og persónligum frælsi. Í Føroyum eru vinnur, sum vit ikki sleppa undir at reka. Ein vinna, sum er undir vøkstri er goyming (lagring) av ymsum sterkum løgi í ymsum tunnum í ymsum umhvørvi. Í Føroyum hava vit drúgva traditión fyri lagring, so tað er upplagt at lagra alskyns whisky, ginn og annað hjá okkum. Vit hava í dag dømir um felagsskapir, sum vilja sleppa í hesa vinnuna, men lógin forðar. Persónliga kunnu vit ikki keypa eina fløsku á internetinum og fáa hana senda heim við postinum, lógin forðar. Man kann ikki keypa løgg við styrki omanfyri 60% í Rúsuni, lógin forðar. Matstovur kunnu ikki innflyta sítt egna vín uttan at Rúsan skal hava stóran vinning fyri onki at gera, lógin forðar. Man kann ikki keypa eina vínfløsku sama stað, har man keypir búffin, lógin forðar. Hetta forimyndaríið má steðga!

Hugsa almenna systemið av nýggjum, tí eg meti vit oyðsla eina heila milliard árliga. Tað kann vera at talan er um 800 milliónir ella 2 milliardir, men eg havi valt at vera nokkso konservativur. Eg meti tað kostar okkum hálva milliard bara at hava kommunur. Umsitingarnar, klandri og spilti effektiviteturin er høvuðsparturin, íløgurnar restin. Landsumsitingin kostar okkum eisini hálva milliard í oyðsli. Íløgukarmurin eigur at minka eini 200 milliónir í hesum tíðum og mann kann spara restina við at leggja stovnar saman, leingja rakstrarjáttanirnar og skera alt burtur, sum ikki eru reinar og dygdargóðar kjarnutænastur fyri øll. Milliardina skulu vit brúka til at seta part í Búskapargrunn at standa ímóti í ringum tíðum, so vit kunnu stimbra við at seta íløgur í verk tá tað privata initiativið ikki hevur orku. Vit skulu gjalda skuld niður við einum parti og brúka ein part at gera okkum frí av blokkstuðlinum. Við tíðini, tá haldføri er í búskapinum, skal skatturin niður fyri okkum øll!

Eg fari ikki at skriva so nógv lesarabrøv, men eri heldur á Facebook, bæði undir mínum egna navni og Framsókn. Eisini eru vit øll at finna á www.Framsokn.fo har man kann síggja okkara valtema og alt, sum øll valevnini hjá Framsókn skriva.

 

Róaldur Jákupsson

Valevni fyri Framsókn