Tað skal ikki vera loyvt at revsa børn likamliga.
Tað er aðaltankin í einum uppskoti, sum Katrin Dahl Jakobsen, løgtingskvinna, hevur lagt fyri løgtingið vegna Javnaðarflokkin. Hon vil hava sett inn í lógina um foreldramyndugleika og samveru, at barnið hevur rætt til umsorgan og tryggleika, skal virðast og má ikki útsetast fyri likamliga revsing ella aðra niðrandi viðferð.
Uppskotið er ein liður í at javnseta rættindini hjá føroyskum børnum við tey í grannalondunum, har øll likamlig revsing er bannað. Í Danmark er likamlig revsing bannað við lóg, men ríkislógirnar eru ikki dagførdar í Føroyum.
Uppskotið fekk góða móttøku í løgtinginum, men líkt er kortini til, at tað verður køvt í føðingini. Eftir fyrstu viðgerð í løgtinginum, varð málið beint í rættarnevndina. Rættarnevndin hevur spurt seg fyri hjá danska løgmálaráðnum, og haðani hevur uppskotið fingið óvæntað mótspæl.
Í einum notati skrivar løgmálaráðið, at um føroyingar ynskja at avtaka revsirættin av børnum í Føroyum, kan tað bert gerast, um øll danska lógin um foreldramyndugleika við seinni broytingum verður sett í gildi í Føroyum.
Tað er ikki hetta, sum løgtingið hevur biðið um, og tí er óvist, hvat hendir við málinum í løtuni. Løgmálaráðið ger kortini vart við, at tað longu hevur gjørt eitt uppskot til eina fyriskipan, sum setir í gildi alla ta donsku lógina um foreldramyndugleika, ið millum annað inniheldur avtøku av likamligari revsing av børnum.